Lukas 3,10-20
Teksturin í dag er Lukas 3,10/20
Pól Jóhannessen lesur.
Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.
10 „Hvat eiga vit so at gera?” spurdu tey. 11 “Tann, sum eigur tvær skjúrtur, gevið einum aðra, sum onga eigur,” svaraði Jóannes. Og tann, sum hevur nóg mikið av mati, skal geva tí, sum er svangur, burtur av,” 12 Eisini nakrir tollarar komu út til hansara at verða doyptir. „Meistari, søgdu teir við hann, „sig okkum, hvat vit eiga at gera: 13 Tit skulu ikki krevja meira frá fólki, enn tit eiga at gera,” svaraði hann. 14 Nakrir hermenn spurdu hann eisini: „Hvussu við okkum? Hvat eiga vit at gera?” Hann svaraði teimum: “Tit eiga ikki at hótta fólk við harðskapi og følskum ákærum fyri at fáa pengar frá teimum. Tit eiga at vera nøgdir við løn tykkara.” 15 Mong livdu í væntan um, at Messias fór at koma skjótt, og tí hugsaðu tey. um hann kanska var Messias. 16 Men Jóannes segði: Eg doypi tykkum við vatni. Men ein kemur, sum er nógv størri enn eg: eg eri ikki verdur at hjálpa honum at lata seg úr skónum. Hann fer at doypa tykkum við eldi og geva tykkum Heilaga Andan. 17 Hann hevur spakan í hondini og er til reiðar at rudda treskivøllin. Hann savnar saman hveitina í løgu sína, men nyttuleysu leivdirnar, dumbuna, brennir hann í einum ósløkkjandi eldi. 18 Jóannes royndi við øllum hugsandi áminningum at fáa fólk at venda um og talaði eisini um Gud. 19 Ein dagin átalaði hann Heródes Antipas, høvdinga í Galilea, tí at hann hevði gift seg við Heródias, konu beiggja sín, og fyri alt tað ónda, sum hann hevði gjørt. 20 Ti syrgdi Heródes fyri, at Jóannes varð tikin og settur í fongsul Og soleiðis gjørdi hann uppaftur eitt brotsverk aftrat teimum nógvu, hann var sekur í.
Teksturin frá biblia.fo
v10 Og mannamúgvurnar spurdu hann og søgdu: «Hvat eiga vit tá at gera?» v11 Men hann svaraði og segði við tey: «Tann, ið eigur tveir kyrtlar, býti við tann, ið ongan eigur; og tann, ið hevur mat, geri so við.» v12 Men eisini tollarar komu at verða doyptir, og teir søgdu við hann: «Meistari, hvat eiga vit at gera?» v13 Men hann segði við teir: «Krevjið ikki meira enn tað, sum tykkum er lagt á!» v14 Men eisini hermenn spurdu hann og søgdu: «Hvat eiga vit tá at gera?» Og hann segði við teir: «Noyðið ikki peningar av nøkrum við voldum ella svikum, og latið tykkum noyða við løn tykkara.» v15 Men tá ið nú fólkið gekk í væntan, og tey øll hugsaðu í hjørtum sínum um Jóhannes, hvørt hann ikki mundi vera Kristus, v16 tá svaraði Jóhannes og segði við øll: «Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er mætari enn eg, og eg eri ikki verdur at loysa tveingir hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi. v17 Hann heldur tíningarskuvluni í hond síni fyri at tína allan sorn sín og goyma kornið saman í løðu síni; men dumbuna skal hann brenna í einum ósløkkjandi eldi.» v18 Og eisini við mongum øðrum áminningum bar hann fólkinum gleðiboðskapin. v19 Men tá ið Heródes fjórðingshøvdingin varð átalaður av honum vegna Heródiasar, bróðurkonu hansara, og fyri alt tað illa, sum Heródes hevði gjørt, v20 tá legði hann tað aftur at øllum hinum, at hann setti Jóhannes fastan.