Lukas 4,22-30

 

Teksturin í dag er Lukas 4,22-30

Andrias Magnussen lesur.

v22 Og øllum leitst væl á hann, og tey undraðust á tey lívsælu orð, sum komu av munni hansara; og tey søgdu: «Er hann ikki sonur Jósefs?» v23 Og hann segði við tey: «Óivað munnu tit fara og siga við meg hetta orðtakið: «Lækni, lek sjálvan teg. Ger eisini her í heimbygd tíni so stór verk, sum vit hava frætt at vera hend í Kapernaum.»» v24 Og enn meira segði hann: «Sanniliga sigi eg tykkum: Eingin profetur er væl kendur í sínum egna fosturlandi. v25 Men eg sigi tykkum av sonnum: Mangar vóru einkjurnar í Ísrael á døgum Elia, tá ið himmalin var latin aftur í trý ár og seks mánaðir, ta ferðina tað var stórur hungur í øllum landinum; v26 og til onga teirra var Elia sendur, men bert til Sáreptu við Sidon til eina einkju. v27 Og mangir vóru hinir spitalsku í Ísrael, meðan Elisa profetur var uppi á døgum, og eingin teirra varð reinsaður, men eina Náaman Sýriulendingur.» v28 Og øll í samkomuhúsinum vórðu full av vreiði, tá ið tey hoyrdu hetta, v29 og tey reistust og koyrdu hann avstað út úr bygdini og fóru við honum ytst á røðina á tí fjallinum, sum bygd teirra var bygd á, at rinda honum oman har. v30 Men hann gekk ígjøgnum, mitt ímillum teirra, og fór leið sína.