Lukas 4,38-44

 

Teksturin í dag er Lukas 4,38-44

Andrias Magnussen lesur.

v38 Men hann reistist og fór út úr samkomuhúsinum og gekk inn við hús hjá Símuni. Men vermóðir Símunar lá sjúk, yvirtikin av sterkari hitasótt; og tey bóðu hann fyri hana. v39 Og hann gekk fram at henni og stóð uppi yvir henni og hótti at hitasóttini, og hon fór av henni; og í stundini fór hon upp og borðreiddi fyri teimum. v40 Men tá ið sólin setti, komu øll tey, sum høvdu sjúk fólk av alskyns sjúkum, við teimum til hansara; og hann legði hendurnar á hvørt eitt av teimum og grøddi tey. v41 Eisini illir andar fóru út úr mongum, og teir rópaðu og søgdu: «Tú ert sonur Guðs!» Og hann hótti at teimum og gav teimum ikki loyvi at tala, tí at teir vistu, at hann var Kristus. v42 Men tá ið dagur var komin, gekk hann út og fór burtur á ein oyðistað, og mannamúgvurnar leitaðu eftir honum; og tey komu til hansara og royndu at halda honum aftur, at hann ikki skuldi fara frá teimum. v43 Men hann segði við tey: «Eg eigi eisini at bera hinum bygdunum gleðiboðskapin um Guðs ríki, tí at til tess varð eg sendur.» v44 Og hann prædikaði í samkomuhúsunum í Galileu.