Lukas 6,1-11

 

Teksturin í dag er Lukas 6,1-11

Ólavur Jacobsen lesur.

v1 Men tað bar so á hin næstfyrsta hvíludagin, at hann gekk tvørtur um ein akur, og lærusveinar hansara slitu øks, muldu tey við hondunum og ótu. v2 Men nakrir av Farisearunum søgdu: «Hví gera tit tað, sum ikki eigur at verða gjørt ein hvíludag?» v3 Og Jesus svaraði og segði við teir: «Hava tit tá ikki lisið tað, sum Dávid gjørdi ta ferðina, tá ið hann sjálvur og teir, sum við honum vóru, hungraðu? v4 Hvussu hann fór inn í Guðs hús og tók sýnisbreyðini og át og gav eisini teimum, sum við honum vóru, tey, sum tað ikki er øðrum loyviligt at eta uttan prestunum einsamøllum?» v5 Og hann segði við teir: «Menniskjusonurin er eisini hvíludagsins harri.» v6 Men tað bar so á ein annan hvíludag, at hann kom inn í samkomuhúsið og lærdi. Og har var ein maður, og høgra hond hansara var visin. v7 Men hinir skriftlærdu og Fariseararnir góvu gætur eftir honum, um hann mundi grøða um hvíludagin, til tess at teir kundu finna okkurt at klaga hann fyri. v8 Men hann visti hugsan teirra; og hann segði við mannin, ið hevði ta visnu hondina: «Reis teg upp og kom fram higar í miðjuna.» Og hann reistist og fór fram. v9 Men Jesus segði við teir: «Eg spyrji tykkum, um tað er loyviligt um hvíludagin at gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella at týna tí?» v10 Og hann hugdi runt íkring at teimum øllum og segði við mannin: «Rætt hondina fram!» Hann gjørdi so, og hond hansara varð frísk aftur. v11 Men teir vóru heilt ovursintir og talaðu hvør við annan um, hvat teir skuldu gera við Jesus.