Maðurin ið helt, at jørðin varð skapt av tilvild
”Líti eg at tínum himni, fingraverki tínum, mána og stjørnum, sum tú hevur fest – hvat er tá maður, at tú minnist á hann, og mannabarn, at tær kemur tað í hug! ”
Sálmur 8,4-5
Um onki her í verð er vorðið til av av tilvild og av sær sjálvum – onki ur uttan ursmið, ongin bók uttan høvundin, ongin maskina uttan verkfrøðing, so kann uppruni heimsins heldur ikki greinast øðrvísi enn at heimurin er vorðin til í hondunum av einum skapara.
Vísindamaðurin, Athanasius Kircer(1601-1680), ið uppfann ”Laterna magica”, hevði ein globus inni í sínum atelieri, sum í roynd og veru var eitt satt listaverk. Ein dagin vitjaði ein vinur hann, ið var ateistur. Hann spurdi hann bergtikin: ”Hvør hevur gjørt handa globussin?”
”Ongin.” svaraði Kircher. ”Hann er vorðin til av sær sjálvum.”
”Tær dámar helst væl at tvassa,” segði hin vitjandi, ”hann sum hevur gjørt hann má vera ein stórur listamaður.”
”Åh,” svaraði tann trúgvandi vísindamaðurin aftur, ”tú fært teg ikki til at trúgva, at henda stakkals mynd av jarðarknøttinum er vorðin til av sær sjálvum, men tú heldur fast um tilvildina viðvíkjandi tí stóru verð, vit búgva í, tí tú ikki vilt viðurkenna nakran skapara?”
Eru eisini slík menniskju til í dag, sum einans vilja trúgva tí, tey síggja og leggja til merkis? Júst slík menniskju hevur Gud ikki latið vera uttan vitni. Hann taler til tey gjøgnum dýrd stjørnuhiminsins, og gjøgnum hvørt eitt grasstrá og í hvørji blómu er ein opinbering at finna.
E.Campbell umsetti