Maran ata!
Vit liva hinumegin krossin og fullgjørda verkið. Vit hava hoyrt hin upprisna Kristus siga okkum, hvørji tekn og hendingar skulu siga okkum, at Jesu koma er nær. Vit hava í Luk. 21,28 hoyrt hann siga: „Tá ið hetta fer at henda, tá rættið ryggin og lyftið høvdum tykkara, tá verða tit skjótt fríað.“ N.S.
Vit hava hoyrt Jesus siga: „Á sama hátt skulu tit eisini vita, tá ið tit síggja hetta henda, at Guds ríki er í nánd. Sanniliga sigi eg tykkum: henda slekt skal als ikki forganga, áðrenn alt samalt er hent. Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga.“ (Luk. 21,31–33).
Nóa sá einki tekn, men hann trúði! Vit síggja øll teknini rulla inn yvir okkum – sum verkirnir hjá konu, sum er komin á soppin!
Men trúgva vit? Eru vit ovurfegin? Siga vit øðrum frá um Frelsaran? Gleða vit okkum til komu Jesusar? Eru vit til reiðar til burturrykkingina? Tí hon kemur uttan fyriboðan.
Eg sigi: „Maran ata!“ (1. Kor. 16,22). Tað merkir: „Kom, Harri Jesus!“ (Opb. 22,20).
Effie Campbell umsetti