Maria kysti Guds andlit

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum” (Luk 2,6-7).

Eg minnist fyri nøkrum árum síðani, at trý ára gamla dóttirin og eg góvu seyðinum. Hetta var nakrar vikur fyri jól, og eg sigi við dóttrina, at fyrsta songin hjá Jesu-pápa var ein sovorðin krubba, sum seyðurin etur úr. Hon er skjót at svara: “Nei, babba…”, men hyggur síðan uppá meg og sær, at tað er álvari.

Tað er undranarvert at hugsa sær, at himmalsins kongasonur varð føddur inn í henda heim sum eitt lítið barn. Føddur í einum fjósi, fátækur, viðbrekin, hjálparleysur, og lagdur í eina krubbu at fáa sín fyrsta blund. Tað er stórt at hugsa sær, at tá Maria kysti lítla barn sítt, kysti hon samstundis Guds andlit.

So lágt setti hin eini sanni, livandi, ævigi og almáttugi Gud seg. Alt fyri at bjarga hesum heimi – okkum, sum hava vent skapara okkara bakið.

Hetta hevur til allar tíðir undrað tey, ið hava givið sær far um gleðiboðskapin. Tí í hesum heimi ber ikki til at ímynda sær annað, enn at kongar búgva í vøkrum og stórum kongaborgum. Og gjarna nýta sítt vald til egnan heiður og fyrimun.

Men tann størsti kongurin av øllum er heilt øðrvísi og vendir øllum á høvdið. Hann setti seg sjálvan lágt fyri at tæna tí, sum er fallin lægst. Tæna okkum syndarum við síni fyrigeving, við sínum friði og gleði og vón, fyri at reisa okkum aftur á føtur til eitt nýtt lív saman við sær.

Loyva vit Jesusi at tæna okkum – og tað gera vit við at seta okkara álit á hann – so verða jól í okkara hjarta.

Gleðilig jól