Markus 10, 17-30

 

Teksturin í dag er Markus 10,17-30

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum

17 Tá ið Jesus skuldi fara víðari, kom ein maður rennandi og legði seg á knæ fyri honum. ” tú ert ein góður meistari,” segði hann, “sig mær, hvat eg skal gera, so eg kann arva ævigt lív.” 18 “Hví kallar tú meg góðan?” spurdi Jesus. “Tað er bara ein, sum er góður, tað er Gud. 19 Tú kennir boðini: “Tú mást ikki myrða, tú mást ikki vera ótrúgvur móti hjúnafelaga tínum, tú mást ikki stjala, tú mást ikki lúgva, tú mást ikki svíkja, og tú skalt virða pápa tín og mammu tína.” 20 “Ja, meistari, alt hetta havi eg hildið frá ungdómsárunum.” 21 Tá hugdi Jesus upp á hann, helt hann vera ein dámligan mann og vildi hjálpa honum. “Tær manglar eitt. Far heim og sel alt, tú eigur, og gev teimum fátæku peningin, so eigur tú ein skatt í himli, og kom so og fylg mær.” 22 Maðurin varð illa við og harmur og fór sín veg, tí hann var ógvuliga ríkur. 23 Jesus leit seg um og segði við lærusveinarnar: “Síggja tit, hvussu torført tað er hjá einum ríkum at koma inn í Guds ríki?” 24 Ræðsla kom á teir, men Jesus tók aftur til orða: “Tað er torført at koma inn í Guds ríki. 25 Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guds ríki.” 26 Lærusveinarnir vórðu skelkaðir og spurdu hvør annan: “Hvør kann tá verða frelstur?” 27 Jesus hugdi upp á teir og segði “Einki menniskja kann frelsa seg sjálvt men Gud kann alt.” 28 Pætur tók tá orðið og spurdi: “Hvussu verður við okkum? Vit eru farnir frá øllum og fylgja tær.” 29 “Eg sigi tykkum av sonnum, at øll, sum eru farin frá systkjum, mammu, pápa, børnum, húsi ella jørð fyri mína og orðsins skuld, 30 skulu fáa tað hundraðfalt aftur,” svaraði Jesus. “Í hesum heimi koma tey at møta atsóknum, men tey fáa eisini bæði systkin, mammur, børn, hús og jørð aftur, og í komandi heimi fáa tey ævigt lív.

v17 Og tá ið hann var komin út á vegin, kom ein rennandi og fell á knæ fyri honum og spurdi hann: «Góði meistari, hvat eigi eg at gera, at eg kann arva ævigt lív?» v18 Men Jesus segði við hann: «Hví kallar tú meg góðan? Eingin er góður, uttan ein, tað er Guð. v19 Boðini veitst tú: Tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; tú mást ikki svíkja; æra faðir tín og móður tína.» v20 Men hann segði við hann: «Meistari, alt hetta havi eg hildið frá barnaárum mínum.» v21 Men Jesus hugdi upp á hann og fekk yndi til hansara og segði við hann: «Eitt vantar tær: Far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!» v22 Men hann varð dapur í huga av hesum orði og fór syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn. v23 Og Jesus leit seg íkring og sigur við lærusveinar sínar: «Hvør torført er tað hjá teimum, sum eiga ríkidømi, at koma inn í Guðs ríki!» v24 Men ræðsla kom á lærusveinarnar av orðum hansara. Men Jesus tók aftur til orða og sigur við teir: «Børn míni, hvør torført er tað [hjá teimum, ið seta álit sítt á ríkidømi] at koma inn í Guðs ríki! v25 Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga, enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki!» v26 Men teir vórðu ógvuliga óttafullir og søgdu hvør við annan: «Hvør kann tá verða frelstur?» v27 Jesus hugdi upp á teir og sigur: «Hjá monnum er tað ógjørligt, men ikki hjá Guði; tí at alt er gjørligt hjá Guði.» v28 Pætur tók til orða og segði við hann: «Sí, vit hava yvirgivið alt og fylgt tær.» v29 Jesus segði: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tann er eingin, sum er farin frá húsi ella brøðrum ella systrum ella móður ella faðir ella børnum ella jørðum fyri mína skuld og gleðiboðskaparins skuld, v30 uttan at hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, nú í hesi tíð bæði hús og brøður og systrar og møður og børn og jarðir, ásamt atsóknum, og í hinum komandi heimi ævigt lív.