Markus 12,18-27

 

Teksturin í dag er Markus 12,18-27

Andrias Magnussen lesur.

v18 Og nakrir Saddukearar koma til hansara, teir, ið siga, at eingin uppreisn frá deyðum er til. Og teir spurdu hann og søgdu: v19 «Meistari, Móses hevur skrivað okkum tað boðið, at um bróðir onkurs doyr og letur eftir seg konu og ikki letur eftir seg barn, tá skal bróðir hansara taka konuna og reisa upp bróður sínum avkom. v20 Tað vóru sjey brøður; og hin fyrsti tók sær konu, og tá ið hann doyði, átti hann einki avkom eftir seg. v21 Og annar bróðirin tók hana, og hann doyði og læt ikki avkom eftir seg; og hin triði líkaleiðis; v22 og teir allir sjey; eingin av teimum hevði avkom eftir seg. Seinast av øllum doyði eisini konan. v23 Í uppreisnini, tá ið tey rísa upp, hvørs kona skal hon tá vera av teimum? Tí at allir sjey hava havt hana til konu.» v24 Jesus segði við teir: «Er tað ikki av teirri grund, at tit fara villir, at tit hvørki kenna skriftirnar ella Guðs mátt? v25 Tí at tá ið tey rísa upp frá deyðum, hvørki gifta tey ella giftast, men tey eru eins og einglar í himlunum. v26 Men viðvíkjandi teimum deyðu, at tey rísa upp, hava tit tá ikki lisið í Mósebókini í greinini um tornarunnin, hvussu Guð talaði til hansara og segði: «Eg eri Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups.» v27 Hann er ikki Guð teirra deyðu, men teirra livandi. Tit fara stórliga villir.»