Markus 9,42-50

 

Teksturin í dag er Markus 9,42-50

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum

42 Men tann, sum fær ein av teimum smáu, sum trúgva á meg, burtur frá trúnni, honum var tað betri, um hann var kastaður í havið við myllusteini um hálsin. 43 Um hond tín fær teg at gera nakað skeivt, so høgg hana av. Tað er betri at hava bara aðra hondina inn til hitt æviga lívið enn at hava báðar hendur í Helviti – 44 har ormurin aldri doyr, og eldurin ikki sloknar. 45 og um fótur tín fær teg at gera okkurt skeivt, so høgg hann av, tí tað er betri at halta inn til æviga lívið enn at koma í Helviti við báðum fótum – 46 har ormurin aldri doyr, og eldurin ikki sloknar. 47 Og um eyga títt fær teg at gera okkurt skeivt, so slít tað út. Tað er betri at hava bara annað eyga í Guds ríki enn at koma í Helviti og hava bæði eyguni – 48 har ormurin aldri doyr, og eldurin ikki sloknar. 49 Øll menniskju skulu verða saltað við eldi, tey skulu verða herd gjøgnum roynslur. 50 Salt er gott, men verður tað dovið, hvussu gera tit tað so aftur salt? Havið saltið í tykkum sjálvum og haldið frið tykkara millum.

v42 Og tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, sum trúgva, honum var tað nógv betri, um mylnusteinur hekk um hálsin á honum, og hann varð kastaður í havið. v43 Og um hond tín freistar teg, tá høgg hana av; tí at betri er tær at ganga krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og fara í helviti, í hin ósløkkjandi eldin. v44 Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar. v45 Og um fótur tín freistar teg, tá høgg hann av; tí at betri er tær at ganga lamin inn til lívið enn at hava báðar føtur og verða kastaður í helviti. v46 Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar. v47 Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út; tí at betur er tær at ganga einoygdur inn í Guðs ríki enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helviti? v48 Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar. v49 Tí at ein og hvør skal verða saltaður við eldi, [eins og eitt og hvørt offur skal verða saltað við salti.] v50 Saltið er gott; men um saltið verður dovið, við hvørjum vilja tit tá geva tí kraft aftur? Havið salt í sjálvum tykkum og haldið frið tykkara millum