Mat hvønn dag

”gev okkum í dag okkara dagliga breyð; ”
Matt.6,11

 

 

Mamma sat við borðið og seymaði, og Haraldur hevði nógv um at gera við onkrum har yviri við vindeygað.

 

”Hvat gert tú, Harald?” spurdi mamma.

”Eg lesi í Bíbliuni. Lærarin hevur sagt, at vit skulu lesa eitt stykki hvønn dag. Men nú lesi eg fyri alla vikuna alt í einum, tí í dag havi eg góða tíð.”

”So!” segði mamma. ”Eg kann ikki trúgva, at tað var soleiðis, lærarin meinti við.”

”Tað kann væl vera líkamikið, um eg lesi tal alt í senn í dag ella eitt sindur hvønn dag.”

Tá Haraldur seinni varð biðin koma at eta døgurða, hevði mamman sett nógv fleiri breyðflísar fram á borðið, enn hon plagdi.

Haraldur hugdi bilsin á allan stakkin, men mamma segði: ”Eg rokni við, at tú kanst eta fyri alla vikuna, tí í dag hevur tú jú so góða tíð.

Haraldur skilti beinanvegin, hvat mamman meinti við, men spurdi kortini, um hon helt, tað var møguligt.

”Ja, vinur mín, tað var jú tað, tú helt, tú kundi gera við tína sál. Tí hugsaði eg, vit kundi royna tað sama við tínum likami. Men eg haldi, at eins og likamið má hava mat hvønn dag, so má sál okkara eisini hava tað, hóast vit ikki so lætt duga at síggja, um sál okkara svøltar.
E.Campbell umsetti