Matteus 11,7-15

 

Teksturin í dag er Matteus 11,7-15

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

7 Tá ið teir vóru farnir avstað, fór Jesus at tala um Jóannes: “Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? At síggja grasið sveiggja í vindinum? sjálvsagt ikki. 8 Fóru tit út at síggja ein stásklæddan man? 9 Nei, heldur ikki. Tey, sum eru stásklødd, eru í kongsborgum. Men hvat fóru tit út til? At  síggja ein profet? Ja – og eg sigi tykkum, at Jóannes er meira enn ein profetur. 10 Tí at hann er tann, sum skrivað stendur um: Eg sendi eingil mín undan tær. Hann skal greiða vegin fyri tær. 11 Eg sigi tykkum: Einki menniskja er føtt, sum er størri enn Jóannes. Og tó er tann minsti í Guds ríki størri enn hann. 12 Frá døgum Jóannesar og til nú hava fólk tikið Guds ríki við valdi og við at nýta vald komið sær inn í tað. 13 Áðrenn Jóannes kom, boðaðu lógin og profetarnir, hvat henda skuldi. 14 Men nú kunnu tit sjálv síggja tað, Jóannes er tann Elia, sum koma skuldi. 15 Tað ræður um, at tit skilja tað, eg sigi.

Teksturin frá biblia.fo

v7 Men tá ið teir vóru farnir avstað, fór Jesus at tala til mannamúgvurnar um Jóhannes: «Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? Ein sevlegg, ið sveiggjar higar og hagar í vindinum? v8 Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein mann skrýddan í skart? Sí, teir, sum mjúkan búna bera, eru í kongshøllum. v9 Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein profet? Ja, eg sigi tykkum, enntá meir enn ein profet. v10 Tí at hetta er tann, ið skrivað stendur um: «Sí, eg sendi sendiboð mítt undan tær. Hann skal greiða veg tín fyri tær.» v11 Sanniliga sigi eg tykkum, av kvinnubornum er eingin størri enn Jóhannes doyparin komin í heim; men hin minsti í himmiríki er størri enn hann. v12 Men frá døgum Jóhannesar doyparans og til nú verður himmiríkið tikið við valdi, og valdsmenn skræða tað til sín. v13 Tí at allir profetarnir og lógin hava profeterað, líka til Jóhannes kom; v14 og um tit vilja taka við tí, so er hann Elia, ið koma skal. v15 Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!