Matteus 21,18-22

 

Teksturin í dag er Matteus 21,18-22

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

18 Tíðliga morgunin eftir gjørdist hann svangur, tá ið hann var á veg inn aftur til Jerusalem. 19 Hann bar eyga við eitt fikutræ og gekk yvir at tí, men fann einki á tí uttan ber bløð. Og so segði hann við træði: ”Tú ferst ongantíð at bera frukt aftur.” Og í stundini følnaði træið. 20 Lærusveinar hansara sóu hetta og undraðust. ”Hvussu ber tað til, at fikutræið følnaði so skjótt? Spurdu teir. 21 ”Hoyr meg,” svaraði Jesus, “um tit veruliga trúgva á Guds vald og ikki ivast, so kunnu tit gera tað saman, sum eg gjørdi – og ikki bara við fikutræið. Tit fara eisini at kunna siga við hatta fjallið: “Lyft teg upp og kasta teg í havið!” Og tað skal verða so! 22 Tá ið tit trúgva, fáa tit alt tað, tit biðja um í bønum tykkara.”

Teksturin frá biblia.fo

v18 Men tá ið hann um morgunin fór inn aftur í staðin, kendi hann sær svongd. v19 Og av tí at hann sá eitt fikutræ við vegin, gekk hann at tí, men fann einki á tí uttan ber bløð. Og hann sigur við tað: «Onga tíð á ævini komi frukt av tær meira!» Og í stundini følnaði fikutræið. v20 Og tá ið lærusveinarnir sóu tað, undraðust teir og søgdu: «Hvussu bar tað til, at fikutræið følnaði so skjótt?» v21 Men Jesus svaraði og segði við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum, um tit hava trúgv og ikki ivast, tá skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; men um tit so siga við hetta fjallið: «Lyft teg upp og kasta teg í havið!» tá skal tað verða so. v22 Og alt tað, sum tit biðja um í bønini við trúgv, tað skulu tit fáa.»