Matteus 22,1-14

 

Teksturin í dag er Matteus 22,1-14

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

1 Jesus segði aftur eitt líknilsi: 2 “Hendan søgan sigur, hvussu Guds ríki er. Ein Kongur helt brúdleyp fyri syni sínum. 3 Hann sendi húskallar sínar av stað eftir teimum, ið boðin vóru í brúdleypið, men tey vildu ikki koma. 4 So sendi hann nakrar aðrar húskallar at siga við tey bodnu: ”veitslumaturin er gjørdur, oksar og kálvar eru dripnir, og alt er til reiðar. Komið í brúdleypið!” 5 Summi løgdu einki í tað og fóru aðrar staðir, eitt út í akurin, eitt annað í handilin. 6 Og nøkur tóku húskallarnar, píndu og drupu teir. 7 Tá varð kongurin illur. Hann sendi hermenn av stað at taka lívið av drápsmonnunum og brenna borg teirra. 8 Og so segði hann við húskallarnar: ”Alt er tilgjørt til brúdleypið, men tey bodnu vóru tað ikki verd. 9 Farið tit tí út um allan býin og bjóðið øllum, tit hitta, í brúdleyp.” 10 Teir fóru so út á vegirnar og bjóðaðu øllum, teir sóu, bæði óndum og góðum. Brúdleypshøllin var full av gestum. 11 Kongurin fór inn og heilsaði gestunum, og hann bar eyga við ein mann, sum ikki var í brúdleypsklæðum. 12 Og hann segði við hann: ”Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar og ert ikki í brúdleypklæðum?” Men maðurin tagdi. 13 So segði kongurin við húskallar sínar: ”Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið uttanfyri, har verður grátur og tannagrísl.” 14 Mong eru boðin, men bara fá eru útvald.”

Teksturin frá biblia.fo

v1 Og Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum og segði: v2 «Himmiríkið er líkt einum kongi, ið gjørdi brúdleyp hjá syni sínum. v3 Og hann sendi sveinar sínar avstað at boða teimum, ið boðin vóru í brúdleypið. Men tey vildu ikki koma. v4 Hann sendi aðrar sveinar á øðrum sinni avstað og segði: Sigið teimum bodnu: «Sí, veitslu mína havi eg gjørt til reiðar, oksar mínir og feitineytini eru dripin, og alt er tilgjørt; komið í brúdleypið!» v5 Men tey løgdu einki í tað, men fóru burtur aðrar staðir, eitt út í akur sín og annað í handil sín; v6 og hini tóku hendur á sveinar hansara og meinslaðu og drópu teir. v7 Men kongurin varð vreiður og sendi út herlið sítt og tók hesi illgerðarfólkini av lívi og brendi borg teirra. v8 Tínæst sigur hann við sveinar sínar: «Víst er tilgjørt til brúdleyps; men tey bodnu vóru tess ikki verd. v9 Farið tit tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp so mongum, sum tit hitta.» v10 Og hesir sveinarnir fóru út á vegirnar og savnaðu saman øll, teir hittu, bæði ónd og góð, og gildisskálin varð fullur av gestum. v11 Men tá ið nú kongurin fór innar at síggja gestirnar, bar hann eyga við ein mann, sum ikki var klæddur í brúdleypsklæði. v12 Og hann sigur við hann: «Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?» Men hann tagdi. v13 Tá segði kongurin við sveinarnar: «Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl! v14 Tí at mong eru kallað, men fá eru útvøld.» v15 Tá fóru Fariseararnir og hildu ráð saman um, hvussu teir skuldu seta hann fastan í orðum.