Matteus 22,23-33

 

Teksturin í dag er Matteus 22,23-33

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

23 Sama dag komu nakrir saddukearar til Jesus, teir ið siga, at uppreisn av deyðum er ikki til. “Meistari,” søgdu teir við hann. 24 “Í lógini stendur, at doyr maður uttan at eiga nakað barn, skal beiggi hansara giftast við einkjuni og føra ættina víðari fyri beiggja sín. 25 Einaferð vóru sjey beiggjar her hjá okkum. Tann elsti giftist og doyði, og av tí at hann ikki átti børn, giftist beiggi hansara við einkjuni. 26 Men hann doyði eisini og á sama hátt hin triði og allir hinir beiggjarnir. 27 Seinast av øllum doyði konan. 28 Men tá ið tey eina ferð rísa upp frá deyðum, hvør av teimum sjey skal tá hava hana sum konu? Allir hava verið giftir við henni.” 29 “Tit hava misskilt alt, tí at tit hvørki kenna Skriftirnar ella Guds mátt,” segði Jesus. 30 “Tá ið tey deyðu rísa upp til lívs, er eingin giftur. Tey eru sum einglar í himlinum. 31 Og tit skulu ikki ivast í, at tey koma aftur til lívs, soleiðis stendur skrivað í lógini. Hava tit ongantíð lisið, hvat Gud hevur sagt tykkum: 32 “Eg eri Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups. Teir mugu tí vera á lívi, tí Gud er ikki Gud hjá teimum deyðu, men hjá teimum livandi.” Fólk vóru rættiliga bilsin av læru hansara

Teksturin frá biblia.fo

v23 Tann dagin komu nakrir Saddukearar til hansara, teir, ið siga, at eingin uppreisn frá deyðum er til; og teir spurdu hann og søgdu: v24 «Meistari, Móses segði: «Doyr maður barnleysur, tá skal bróðir hansara giftast við konu hansara og reisa upp bróður sínum avkom.» v25 Nú vóru tað sjey brøður her hjá okkum. Hin fyrsti giftist og doyði, og við tað at hann einki barn átti, læt hann bróður sínum konu sína eftir seg. v26 Somuleiðis eisini hin annar og hin triði, líka til hin sjeynda. v27 Seinast av øllum doyði konan. v28 Hvørs kona av teimum sjey skal hon nú verða í uppreisnini? Tí at allir hava átt hana.» v29 Men Jesus svaraði og segði við teir: «Tit fara villir, av tí at tit hvørki kenna skriftirnar ella Guðs mátt. v30 Tí at í uppreisnini hvørki gifta tey ella giftast, men tey eru eins og Guðs einglar í himlunum. v31 Men viðvíkjandi uppreisnini frá deyðum, hava tit tá ikki lisið tað, ið talað er til tykkara av Guði, ið sigur: v32 «Eg eri Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups?» Ikki er hann Guð teirra deyðu, men teirra livandi.» » v33 Og tá ið mannamúgvurnar hetta hoyrdu, vórðu tey bilsin av læru hansara.