Matteus 25,31-46

 

Teksturin í dag er Matteus 25,31-46

Ólavur Jacobsen lesur.

v31 Men tá ið menniskjusonurin kemur í dýrd síni og allir einglarnir við honum, tá skal hann sita í dýrdarhásæti sínum. v32 Og øll fólkasløgini skulu koma saman framman fyri honum; og hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðirnar frá geitunum, v33 og seyðirnar skal hann seta høgrumegin við seg, og geitirnar vinstrumegin. v34 Tá skal kongurin siga við tey, sum eru høgrumegin við hann: «Komið higar, tit hini vælsignaðu hjá faðir mínum, og fáið ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað! v35 Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær; v36 eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.» v37 Tá munnu hini rættvísu svara honum og siga: «Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? v38 Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær, ella naknan og klæddu teg? v39 Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?» v40 Og kongurin skal svara og siga við tey: «Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.» v41 Tá skal hann eisini siga við tey vinstrumegin: «Farið burtur frá mær, bannaðu tit, í hin æviliga eldin, sum er ætlaður djevulinum og einglum hansara! v42 Tí at eg var svangur, og tit góvu mær ikki at eta; eg var tystur, og tit góvu mær ikki at drekka; v43 eg var ókunnigur, og tit hýstu mær ikki; eg var nakin, og tit klæddu meg ikki; eg var sjúkur og í fangahúsi, og tit vitjaðu meg ikki.» v44 Tá munnu eisini tey svara og siga: «Harri, nær sóu vit teg svangan ella tystan ella ókunnigan, ella naknan ella sjúkan ella í fangahúsi, og tæntu tær ikki?» v45 Tá skal hann svara teimum og siga: «Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit ikki hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu, tá hava tit heldur ikki gjørt tað móti mær.» v46 Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.»