Meira møði – minni trúgv !

Skrivað: Hans Kristian Justesen

Tú ert fullur av dirvi og yvirskoti at fara í gongd við uppgávuna. Tað er nýtt, og tað er spennandi. Fleiri rundan um teg eru eisini vorðin spent viðvíkjandi tínum  prosjekti. Alt sær ljóst og spennandi út. Men so gongur tíðin. Møðin kemur. Tú byrjar at troyttast. Tað, sum tú fór í gongd við, er ikki spildurnýtt meira, og fólk rundan um teg hava mist eitt sindur av áhuganum fyri tínum prosjekti. Tú hevur hug at gevast!

Kennir tú teg aftur?

Í Nehemiabók í Gamla Testamenti kunnu vit lesa nógv um eina slíka støðu: Teir vóru farnir í holtur við at byggja Jerúsalems múrar uppaftur. Men tað var eitt rættiliga stórt prosjekt, við nógvum forðingum og avbjóðingum á vegnum.

Ísraelsmenn løgdu nógva orku í at byggja múrarnar uppaftur. Tað spreiddi nýggja vón og gleði millum fólk, at menn vóru farnir at endurbyggja býarmúrarnar. Men, sum tíðin leið var tíðindavirðið ikki líka stórt longur, og arbeiðið gjørdist meira ein tungur vani. Arbeiðsfólkið var útlúgvað! Bæði likamliga, sálarliga og kensluliga. Teir høvdu hug at gevast!

Tú ert kanska troyttur andliga og hevur brúk fyri hvíld og endurnýggjan!

Av og á kann tað mest andliga, sum tú kanst finna uppá at gera, vera at hvíla teg og savna kreftirnar.

Jesus ynskir ikki, at vit skulu geva upp, men hann ynskir heldur ikki, at vit brenna út! Í Jóhannes 10,9-10 lesa vit soleiðis:

Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði. Tjóvurin kemur ikki til annað enn at stjala og drepa og oyða; eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð

Vit skulu fyrst og fremst ganga inn um dyrnar og verða bjargað – frelst. Síðani skulu vit eisini geva okkum tíð og stundir at ganga inn og út og finna føði, so at vit kunnu uppliva, at hann ynskir at geva okkum eitt lív í yvirflóð.

Annars verður tað ofta til, at meira møði gevur minni trúgv.

Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg. Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið. (Sl 23,2-3).

Hans Kristian Justesen, Herlev