Menniskjan í miðdeplinum

”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. ”
Jóh.3,16

 

Jens Erik Friberg, prestur, Kolding.

Gud í himlinum sær og kennir tað yðjandi mannalívið á jørðini, har neyð, vónloysi og meiningsloysi bert økist. Jesus møtti skarunum í sínari samtíð og tókti hjartaliga synd í teimum.

Kortini fór hann ofta til hin einstaka. Læknin Lukas sigur frá ódnarferðini tvørtur um Genesaret vatn, tá ið Jesus svav, og báturin fyltist, og lærusveinarnir vórðu skelkaðir. Tá ið Jesus hevði blíðkað stormin, fingu teir eina álvarsliga ábreiðslu: “Hvar er trúgv tykkara?” – undirforstaðið: Eg fari eini ørindi fyri Faðirin til ein neyðstaddan – bíðið og síggið!

Eftir at teir vóru komnir í land niðri í fjøruni í bygdarlagnum hjá gerasenum, møttu teir einum manni, sum livdi eitt ómenniskjansligt lív í grøvunum uttan fyri býin. Jesus fríaði hann frá teimum óndu andunum, sum happaðu hann og píndu hann – og hann fekk sítt fulla vit aftur. Gaman í, tað rakti eitt stórt svínafylgi. Tá ið skyldfólkini og bygdarfólkið hjá hesum manni komu og sóu allan standin, kom ræðsla á tey – allarhelst fyri at missa fleiri svín. Jesus fekk at vita, at hann var óynsktur og sigldi aftur til vestara áarbakka. Maðurin fór aftur til býin og segði bart út, hvat ið Jesus hevði gjørt fyri hann – og hirðarnir kundu vitna, at tað var satt.

 

Ein stutt og hørð missiónsferð við einum leiðara og 12 monnum, sum vóru undir útbúgving. Ein menniskja bleiv útfríað og sett í gongd at vera eitt evangeliserandi vitni. Vit kunnu ætla, at hansara vitnisburður førdi til, at onnur leitaðu upp Jesus. Tey vistu, at vitnisburðurin var sannur, tí tey mintust, hvussu maðurin var fyrr, og sóu, hvussu hann var nú. Tá á døgum vóru mong menniskju í Dekapolis-økinum við teimum 10 griksk-rómversku býunum, og óivað nógv ferðsla tvørtur um vatnið og norður um vatnið.

 

Missión viðvíkur menniskjum, ja, tí einstaka menniskjanum. – Ein ungur afrikanari úr Senegal, sum var muslimur, møtti einum kristnum sakførara í Fraklandi. Unglingin skuldi hava franskan borgaraskap, eftir at senegal hevði fingið sjálvstýri. Tá ið teir fóru hvør til sín, gav sakførarin hesum unga afrikanaranum eitt Nýggja Testamenti, tíverri við ongum litmyndum.

 

Í sínum vánaliga kamari fór hann at lesa í tí; men hann dugdi ikki serliga væl at lesa. “Av tilvild” las hann heilt seint Jóhannes 3,16: “Tí at so elskaði Gud heimin …”, so segði hann sum afrikanarum líkt: Amadon, tú hoyrir eisini upp í henda heim, altso “tí at so elskaði Gud Amadon, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”

 

Hatta bleiv til frelsu fyri Amadon, og hann gjørdi av at fylgja Jesusi. Eftir at hava verið nøkur ár í einum kristnum felagsskapi og á einum bíbliuskúla bleiv hann ferðandi evangelistur millum sínar landsmenn. Hann koyrdi dagliga hýruvogn í høvuðsstaðnum Dakar, og tá ið hann hevði vunnið sær nóg mikið, koyrdi hann við evangeliinum út til bygdirnar. Hansara missión førdi fleiri ungar muslimar til Jesus Kristus, soleiðis ein nú og annan tá.

 

Gud gævi, at vit her á landi máttu uppliva slíka missión, frá manni til mann, frá heimi til heim, úr býi í bý, úr bygd í bygd.

E. Campbell umsetti