Mín Gud doyði

”Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar. ”
Jóh.15,13

 

Tað var tað, sum Gud mín gjørdi fyri meg á Golgata. Har rindaði hann mína synd, so at mær ikki nýtist at rinda við deyðanum, sum merkir at verða koyrdur burtur frá Gudi í allar ævir, glataður.

 

Mangt og hvat hevur upp ígjøgnum tíðirnar verið lýst og útnevnt sum gudur; men hvar er tann gudur, sum doyði fyri síni, sum, tá ið úlvurin og bjørnin komu, stríddist til deyðan? Nei, tey vóru bara ”leigusveinar”.

 

Mín Gud doyði – men hann livir! Páskamorgun reis hann upp frá deyðum, grøvin er tóm, teir livandi, sum skuldu halda vakt yvir honum, blivu sum deyðir. Jesus Kristus, kongur konga og harri harra – hann livir!

 

Tað er hetta, sum vit vilja vitna, klárt og einfalt sum Paulus, tá ið hann vitnaði bæði fyri smáum og stórum: ”at Kristus átti at líða, og at hann skuldi fyrstur av uppreisnini frá deyðum boða bæði fólkinum og heidningunum ljós.« ” Áps.26,23. Vit mugu ongantíð krúpa uttan um blóðið, tí ”… uttan úthelling av blóði fæst ikki fyrigeving. ” Hebr.9,22

 

Sum tað er ringt at skilja, at so mong siga nei til hetta tilboðið, sum Jesus vil geva hvørjum einstøkum okkara, og sum varð fullgjørt, tá ið hann breyt deyðans veldi páskamorgun og reis upp frá teim deyðu. Vilt tú ikki taka ímóti gávu hansara, sum er eitt heilt nýtt lív, ja, lív í yvirflóð?

 

Tá hoyrdist ein rødd,

og tá fann eg frið, og mín sál hon varð grødd:

”Hví bert tú tann tótta um syndara neyð?

Lít tú tó á hann, sum leið syndara deyð,

á Jesus, tín Harra, sum boð tær jú ber:

”Síggj, fullgjørt tað er!””

 

So er tað tá vist,

eg frið havi funnið í tær, Harri Krist!

So tori eg trúgva, at Gud elskar meg,

at Jesusar blóð mína synd sónaði.

Eg halli meg at tær, eg falli á knæ

við Golgata træ!

Effie Campbell umsetti