Minst til tøkkina
"Verdur ert tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrdina og heiðurin og máttin, tí at tú hevur skapað allar lutir, og fyri vilja tíns skuld vórðu teir allir til og vórðu skapaðir" (Opb. 4:11).
Sum eg siti her hetta ljósa vakra summarkvøld, so syngur tað í mínum hjarta ”O, veldis Gud, eg undrandi má skoða, alt ríkidømi skart og skreyt um lond og stjørnufjøld á føgrum himnaboga, ja, alt, ið kom frá tíni skaparhond!”. Tá hendan strofan er liðug, kemur ein onnur ”Tess meira eg síggi, meir eg undrist yvir verkið ríkt”.
Summartíðin er ljós og full av lívi. Fuglarnir reiðrast og eg elski at hoyra fuglaljóðini frá tjøldrum, spógvum, smáfuglum og øðrum. Blómur og trø spretta, og tað luktar av summarinum. Børn og vaksin eru úti og hugna sær, ganga túrar, spæla, grilla, mála, fáast við urtagarð og so framvegis.
Lat okkum minnast til at njóta skaparverkið, og geva Gudi æruna og tøkkina fyri, at tað er Hann, ið gevur øllum lív. Uttan hann var EINKI.
Tað syngur aftur innan í mær ”Vit tær takka kæri Faðir fyri ársins ljósu tíð, fyri lukku, lív og lit um land og hav. Mest av øllum tínum kærleika vit vilja gleðast í og tær lova fyri sonin, ið tú gav.”