”Mjølið í stólpanum var ikki uppi …”

 

”Mjølið í stólpanum varð ikki uppi, og oljan í krukkuni treyt ikki samsvarandi tí orði, sum Harrin hevði talað við Elia. ”
1.Kong.17,16

 

Eitt er at lesa tær gomlu bíbilsku frásagnirnar. Tá er so lætt at smílast umberandi – og tosa um sagnir og gamlar søgur. Men tá ið tað sama hendir í dag, hvat skulu vit tá siga? Her er ein hending beinleiðis úr gerandisdegnum. – ”Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína. ” Orðt.3,5. Tí hann er hin sami i gjár, í dag og til allar tíðir:

Eftir at eg hevði mist mann mín, sat eg einsamøll eftir við ábyrgdini fyri sjey børnum frá 2 til 16 ár, við garðinum hjá pápa (á Fanrem í Orkdali í Noregi), við nýggjum fjósi við umleið 50 kúm í básunum – og einari skuld millum 600-700.000. hvat skuldi eg gera? Alt tyktist so vónleyst. Sæð við mannaeygum hevði eg ongan møguleika at fáa tamarhald á viðurskiftunum – hvørki handaliga ella peningaliga.

Í mínar neyð fór eg at rópa á himmalsins Gud. Hevði hann ikki lovað at vera Faðir at faðirloysingum og verjin hjá einkjum?(Sálm.68,6 og 146,9). Alt tað, eg fyrr hevði hoyrt boðað og sjálv hevði lisið í Bíbliuni, varð nú sett á sína hørðu roynd. Men eg krøkti meg í øll lyfti Harrans – dag og nátt – og í allar trongd míni, bæði fyri børnunum og dýrunum og øllum hinum, fekk eg av sonnum at síggja hansara undurfullu umsorgan. Sum tað er satt, sum stendur í Sálmi 46,1: ”Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur. ”

Vit høvdu m.a ein mjøltanga í samband við fjósið. Úr hesum tanganum tappaðu vit fóður tvær ferðir um dagin. Hvønn mánað mátti tangin fyllast – og prísurin at fylla hann var 5.000 krónur.

So ein mánað, tá tíðin var komin, at tangin aftur skuldi fyllast, átti eg rætt og slætt ongar pengar. Í bankanum var einki eftir at taka út, og aðrir útvegir funnust ikki. Men dýrini máttu jú hava fóður, annars fingu vit jú onga mjólk, og steðgur kom í alt.

Hetta bleiv harðasta kreppa mín: Tangin mátti fyllast! Terminsdagurin var farin, og fóðrið kundi verið uppi nær sum helst. Hvat kundi eg gera? Átti eg kanska bara at góðtaka ósigurin, fyrst sum síðst, og givist á hendur?

”Harri, tú sært, at vit hava ongar pengar henda mánaðin at fylla mjøltangan. Men tú veitst, at djórini mugu hava fóður. Altvaldandi Gud, kom okkum til hjálpar – eftir lyfti tínum, í Jesu navni!”

Á, sum ein kennir seg lítlan og neyðarsligan, tá ið tað ræður um at fara til Harran á ein sovorðnan barnsligan og beinleiðis máta. Ja, ein kennir seg næstan láturligan inni fyri menniskjum. Men í neyðini er trúarinnar vegur ofta hin einasti vegurin – hin einasti útvegurin! So má ganga, sum best ber til, hvat enn tú kennir á tær. Hóast alt man tað júst vera neyðin í okkara lívi, sum gevur Gudi høvi at sleppa framat, um vit bara geva honum loyvi …

Hvussu hendi tað? Jú, tá ið vit høvdu biðið, lat eg bara dagliga lívið á garðinum halda á. Tey størstu børnini vóru ófør at hjálpa til. Tvær ferðir um dagin tappaðu vit úr mjøltanganum, júst sum fyrr. Og hetta hildu vit á við, ein dag fyri og annan eftir! Eg var ovfarin og bara takkaði mínum himmalska Faðiri.

Dagarnir blivu til vikur, og vit hildu á at tappa mjøl. Tað var sum at ganga í einum dagligum unduri fyri okkum øll. Tá ið hin ónda røddin teskaði: ”Hvussu leingi billar tú tær inn, at hetta fer at ganga?” – So prísaði eg mínum altvaldandi Harra og Meistara – og helt bara á at tappa. Og øll dýrini fingu tað fóðrið, sum tey trongdu til, og mjólkin ”fleyt”.

Hesa tíðina, tá ið Guds veldiga signing helt okkum á lívi, fingu vit lagt pengar til síðis til nýtt fóður. Og tá ið næstan 3 mánaðir vóru farnir, átti eg nóg mikið at fylla tangan fyri aftur.

Á sama degi steðgaði mjølið – og tangin var tómur!

Tá høvdu vit tappað tvær ferðir dagliga í næstan 3 mánaðir. Hetta svaraði til eina peningaupphædd upp á umleið 15.000 krónur, og hetta gjørdi tað aftur møguligt hjá okkum at koma aftur á beint og fáa røkt tað vanliga arbeiðið.

Eg takki Gudi fyri hetta høvið at siga frá ”undurverkum hans móti menniskjunnar børnum” Sálmur 107,8 – og øll mín trongd er at æra Hann, mín dýra Frelsara – Hann sum broytti tyngstu løtur mínar til gleði og fagnað!
Margit Folvik T.F. E.Campbell umsetti