Møði

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Lovaður Harrin veri! Dag um dag hann okkum ber” (Sl 68,20).

Ein kann gerast møddur: “Eg eri møddur og orki einki meir!” mælir Jeramia. Hann er møddur av at vera til láturs av spádómum sínum, sum ikki gingu út. Vit hoyra eisini um, at Jesus møddist við. Hann sat ein dagin møddur av ferð við ein brunn. Ein kona úr Sámaria kom hagar framvið. Ja, um Gud sjálvan verður sagt, at eftir teir seks skapanardagarnar hvíldi hann.

Vit eru skapað í hansara mynd. Vit hava tí einki at skammast, um møðin tyngir. Jú eldri vit gerast, skjótari setir møðin inn. At enda kann okkum unnast nøkur hvíldarár. Tað kann so væl henda eini tjóð, at hon fer longri og longri burtur frá Gudi, her kunnu spyrjast hugsanir um at stytta um lividagar teirra. Hvørja nyttu eru hesi til? So langt ella frílynt eru vit ikki komin. Hóast ein slík kensla hevur hug at banka á dyrnar og kunna viðhvørt kveita tann vegin. Hóast slíkar kenslur, ber til at hava samvitskuna í lagi mótvegis Gudi, so satt sum vit hava verið virkin, tær løtur, okkum er lagað.

Tað finst ein andalig møði, sum kann gera álop á trúnna. Sovorðin álop kunnu gera, at tú einans fær savnað teg um bønina Faðirvár. Tá er tað, sum Gud er so fjart frá einum. Samveran við menniskju verður tá at kalla ivasom. Mær tykir,  at tá eg havi og sitið og lurtað og kanska verið partur í einum góðum orðaskifti ein tíma, so eri eg deyðatroyttur. Eisini á henda hátt, gerst ein einsamallur.

Eru nøkur góð ráð móti møði? Tað er eitt orð, ið leitar tann vegin, at Gud kennir okkum og veit um veikleikar okkara. (Jes 40,29… “Hann gevur hinum maktaða megi og hinum máttleysa mikla styrki; ungmenni møðast og maktast, og unglingar níða; men teir, ið vóna á Harran, fáa kraft av nýggjum og hevja seg sum á arnarveingjum; teir renna og ikki møðast og ganga og ikki maktast.” – so vilja vit hóast møði av heilum huga siga:

“Ver tí íðin at sáa og gev ikki frið,

at títt arbeið má búnast í frið”

(Slb. 320,2)