Næstakærleiki
”Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: »Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!«”
Matt. 22,39
Ein prædikumaður talaði einaferð um næstakærleika og segði, at menniskju standa ofta aftan fyri dýrini, tá ið ræður um varsemi og umhugsni móti hvørjum øðrum.
Sum prógv segði hann, hvussu hann einaferð sá tvær geitir, sum møttust mitt á eini brúgv, sum var so smøl, at hvørgin teirra slapp framvið uttan at skumpa hina útí.
Kann nakar hugsa sær, hvat tær gjørdu? Uttan nakað hávasták legði onnur geitin seg niður og læt hina stíga tvørtur eftir sær. Hava vit ikki okkurt at læra av hesum?
Effie Campbell umsetti