Nøvn tykkara eru uppskrivað í himlunum!
“Men gleðist ikki um tað, at andarnir eru tykkum undirbrotligir, gleðist heldur um tað, at nøvn tykkara eru uppskrivað í himlunum.«”
Luk.10,20
Lærusveinarnir vóru glaðir, og helst eisini eitt sindur erpnir, tí teir kundu fáa teir illu andarnar, sum øll ræddust so ill, at akta seg. Og tí skunda teir sær at siga honum frá tí; hann skuldi eisini eiga lut í gleði teirra. Og so í staðin fyri at gleðast saman við teimum, svaraði hann teimum so undarliga, hildu teir, sum tað púra einki var at gleðast um.
Tað var nú ikki tað, Jesus meinti, at teir gjørdu nakað skeivt í at gleðast um, at andarnir vóru teimum undirbrotligir. Nei, tað var ikki tað. Eisini vit hava loyvi til at gleða okkum, tá vit fáa illar andar til at rýma, illar andar, sum hat, øvund, illsinni, likamligar freistingar, peningagirnd oma., sum vit øll hava at dragast við, og eg veit fyri víst, at Jesus vil gleðast saman við okkum.
Men Jesus vil vísa teimum á eina enn størri grund til gleði: at nøvn teirra standa uppskrivað í himlunum. Hetta er tað einasta, ið heldur og ber, tá ið av tornar. Alt annað hevur so lítið hald í sær. Lat okkum tí ikki hefta okkum so nógv við tað, at vit sigraðu í hesi ella hasi freisting, tí eisini tað kann hin óndi nýta til at fáa okkum til at gloyma, at einhvør sigur er Guds og ikki okkara.
Men gleðin um, at nøvn okkara standa skrivað í himlunum, hana kunnu vit altíð venda aftur til. Hesin gerningur er ikki okkara, men hansara, ið gav lív sítt fyri okkum, uttan at vit í minsta lagi eiga nakran lut í honum. Sjálvur stóð hann hjá við doypifuntin, tá vit vórðu doypt, og skrivaði nøvn okkara upp í bók sína. Halt fast við hetta, tá freistingar og føll eru tær fyri, og tú kennir alt tað, tú annars setti lít tína til, molna undan fótum tínum, og tú skalt gera ta roynd, at tað ber, tí Harrin kennist við sína egnu skrift.
J. Weihe, prestur