Nýtt høvur eins og nýtt hjarta

”Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: »Hvussu mangir bønarmenn hjá faðir mínum hava ikki yvirflóð av mati, men eg doyggi her í hungri! Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga við hann: »Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tínum?« « ”
Luk.15,17-19

 

Viðhvørt hoyrir tú vantrúgvandi siga um onkran eldhugaðan kristnan: “Hann er ikki í ordan í høvdinum.” Sanniliga, tað er beint øvugt. Í frásøgnini um hin burturvilsta sonin stendur, at “tá hann gekk í seg sjálvan” var tað, at hann vendi aftur til faðir sín og játtaði synd sína.

Tað eru tey menniskjuni, sum ikki hava gjørt støðu sína upp við Gud, sum eru “við síðuna av sær sjálvum”, ikki í ordan.
E. Campbell umsetti
(Tí hvat snýr tað seg um her, ja ikki næstu dagarnar, mánaðirnar ella enntá árini av okkara lívi, men ÆVINLEIKAN. (EP:Kommentar))