Ómetalig kraft

Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum.
Matt. 7, 7

 

 

Elia var stórur oddamaður, ein Guds profetur. Og kortini var hann ein menniskja eins og tú og eg. Hann bað, so alt landið varð ávirkað av bønum hansara, og øll landsins leiðsla varð noydd at rokna við Harranum,Gudi Elia.

 

Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir, sigur Orðið. Okkum tørvar at biðja meir nú enn nakrantíð áður.

Vit skulu sum trúgvandi biðja fyri okkara oddamonnum, bæði í landinum og í kirkjuliðinum. Men oddamenninir skulu eisini biðja sjálvir!

 

Gud gevi okkum biðjandi oddamenn! Ein oddamaður, sum biður, er kendur av øllum sum ein, ið alt ber í lag hjá. Dýrd og signing Harrans hvílir yvir honum ella henni. Ein oddamaður, sum livir í tættum sambandi við Gud í bønini og Orðinum, kemur gjøgnum nógvar kreppur, men Harrin gongur undan honum og stríðir fyri hann. Oddamenn mugu vera eins og Dánjal, sum livdi í bøn og alla tíðina gekk sigrandi gjøgnum royndir og stríð. Dánjal dugdi væl at “fáa knútar upp” og týða tíðarinnar tekin. Tað tørvar okkum í dag!

 

Paulus var sterkur oddamaður, av tí at hann var ein biðjandi oddamaður. Samstundis var hann nóg eyðmjúkur at viðganga, at honum støðugt tørvaði forbøn frá teimum trúgvandi: “Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð, so at tit eisini biðja fyri okkum við, at Guð má lata okkum upp einar dyr fyri orðinum til at tala loyndarmál Krists, fyri hvørs skuld eg eisini eri bundin, til tess at eg kann opinbera tað soleiðis, sum eg eigi at tala.” Kol. 4,2-4.

 

Gud gevi okkum forbiðjarar fyri oddamonnum! Vit hava eina ógvuliga stóra ábyrgd, tá ið tað ræður um forbøn fyri oddamonnum. Og oddamenninir hava eina stóra ábyrgd, at tað er Guds orð og vísdómur, sum leiðir kirkjuliðið og okkara land. Friðurin í landi okkara hongur í okkara forbønum, sigur Paulus í 1. Tim. 2,2-4. Tí má einki darva okkum, so vit ikki fáa stundir at biðja fyri yvirvaldinum í landi og kirkjuliðum okkara.

 

Oddamenn eru serliga í vanda fyri álopum Djevulsins. Fær hann ein oddamann at gera okkurt skeivt og falla, fær hann makt yvir einum stórum parti av teimum, sum fylgja einum slíkum leiðara. Tí skulu vit biðja um, at Gud gevur okkum sterkar leiðarar í okkara kirkjum, so kirkjuliðini mugu blíva sterk.

 

Biðið fyri oddamonnum Ísraels! Allur heimurin er bundin av, hvussu Ísrael talar og virkar. Tað hava vit sæð tey undanfarnu árini, og tað fara vit at síggja enn meira í framtíðini. Latið okkum tí biðja um vísdóm til oddamenn Ísraels. Biðið um, at teir mugu finna svarini til trupulleikar sínar í Skriftini, sum teir kenna so væl.

 

Biðið eisini fyri oddamonnunum í heiminum. Allur heimurin fer at venda sær móti Guds útvalda fólki, og tað eru mangir “Fáraoar”, sum vilja beina fyri teimum og noyða teir at træla eins og á døgum Mósesar. Fárao bað um forbøn Mósesar, tá ið hann kendi seg trongdan, og Móses fór í forbøn fyri Fárao, hóast hann var ómetaliga óndur við jødarnar. Vit mugu eisini biðja fyri óndum oddamonnum, hóast torført er at síggja, hví ein nú skal gera tað.

 

Tey trúgvandi í tí fyrsta kirkjuliðinum bóðu fyri sínum oddamonnum, so jørðin skalv, og Heilagur Andi fall á tey. Má Harrin enn einaferð fylla fólk sítt við náðarinnar og bønarinnar Anda, so oddamenn okkara mugu blíva gjøgnumskakaðir og fyltir við Guds Anda og treystliga tala tað, Gud leggur teimum á hjarta.

E. Campberll umsetti