Ongan blett
„Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.“
1.Jóh.1,7
Janus stóð úti á gøtuni og gníggjaði hin stóra glasrútin í handlinum. Har var ein blettur, sum hann ikki fekk burtur, hóast hann gjørdi sær stóran ómak. Tá ið hann hevði staðið leingi og gníggjað hann, sá hann brádliga orsøkina.
“Bletturin er innanfyri,” rópti hann til konu sína inni í handlinum.
Mong royna at taka blettirnar á sál síni burtur uttanífrá. Tey væta teir við sorgarinnar tárum ella royna við sápuni, sum kallast “góðar gerðir”. Tey gníggja teir við vaskiskinninum, sum nevnist “siðalæra”; men vitanin um, at tey eru skitin innan, hvørvur ikki.
Tað er nú so, at blettirnir(tvs syndir okkara), sum eru innanfyri er tað bert Jesu blóð, sum kann reinsa og beina burtur.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

