Ótti og kærleiki

Skrivað: Hans Kristian Justesen

Hvør av okkum er ikki bangin viðhvørt? Fjølmiðlarnir greiða dagliga frá viðurskiftum, sum vit nokk av góðum grundum kunnu óttast fyri. Heima við hús, á arbeiðsplássinum ella í skúlanum eru nokk eisini fleiri viðurskifti, sum fáa okkum at óttast. Ótti kann lættliga stýra okkum – fáa vald á okkum. Menniskju rundan um okkum kunnu eisini tilætla, skapa ótta í okkum fyri at fáa vald á okkum.

Serliga sum børn (men eisini sum vaksin) kunnu vit gerast bangin fyri at fáa revsing afturfyri okkurt skeivt, vit hava gjørt. Ótti er tí eisini ein eyðkend kensla hjá einum, sum væntar at verða revsaður fyri tað skeiva, ein hevur gjørt!

Tann einasti veruligi heilivágur ímóti ótta, er kærleiki. Kærleiki millum okkum menniskju er tó mangan svikaligur, men leita vit til Guds, finna vit tann fullkomna, ósvikaliga kærleikan.

Í Bíbliuni lesa vit um kærleikan:

Ótti er ikki í kærleikanum, men hin fullkomni kærleikin rekur út óttan…(1 Jóh 4,18a).

Tann fullkomni kærleikin, rekur óttan út, lesa vit. Hetta er tann kærleikin, sum Gud elskar okkum menniskju við; meg og teg!

Um vit bara síggja Gud sum ein dómara og lóggevara, so gerst ótti tann stýrandi og tyngjandi kenslan í okkara lívi. Men tá vit fáa eyga á, at Gud eisini er kærleiki, fáa vit loyvi at uppliva, at kærleikin rekur óttan út.

Tá Gud gav sín einasta son sum syndaoffur í okkara stað, var tað eisini eitt prógv um, hvussu nógvan kærleika, hann hevur til okkara. Hann gav sítt allardýrabarasta í títt og mítt stað. Hetta eigur rætt og slætt at beina burtur allan iva í okkara hjarta um, at vit eru elskaði, júst sum vit eru.

Hesa kærleiksgerð gjørdi Gud fyri at opna vegin ímillum okkum vanligu menniskju og seg sjálvan. Hann, sum tann fullkomni, og vit sum tey ófullkomnu syndigu menniskju. Sjálv kærleiksgerðin var, at Jesu krossdeyði virkar sum brúgv ímillum okkum og Gud.

Men kærleiki er samtíðis frælsi. Gud gevur mær og tær frælsi at velja sjálv. Vit kunnu velja at taka ímóti, játta okkara synd og trúgva ella vit kunnu siga, nei takk…

Men…Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi (1 Joh 1,19).

Hans Kristian Justesen, Herlev