Óttin
”Ótti er ikki í kærleikanum, men hin fullkomni kærleikin rekur út óttan; tí at ótti hevur í sær revsing; men tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum. ”
1.Jóh.4,17
Óttin er tað ringasta av øllum. Tað einasta, vit eiga at óttast, tað er óttan sjávan.
Tí sigur Jesus um og umaftur: ”… »Óttast ikki! Trúgv eina!« …” Hví? Trúgvin fær Gud og allar góðar kreftir at virka.
Óttin aktiverar allar myrkursins kreftir. Óttast ikki! Av øllum vápnum djevulsins, ið hann nýtur ímóti okkum, er óttin hin mest oyðandi og tískil eisini tann mest nýtta. Tann sum trýr á Gud og hevur sítt álit á Hann, er fult vardur! Trúgvin á Gud og tað, at vit í eyðmjúkleika eru bundin til Hann og hava tørv á Honum, ger, at djevulin ikki kann vinna á tær! Hann flýggjar frá slíkum menniskjum.(1.Pet. 5,9) ”Standið honum ímót, treystir í trúnni …”
E. Campbell umsetti