Øvund
”og tey søgdu: »Man Harrin einans tala við Móses? Hevur hann ikki talað við okkum eisini?« Og Harrin hoyrdi tað. ”
4.Mós.12,2
Hevur tú nakrantíð verið øvundsjúkur? Tað havi eg. Bíblian greiðir frá um eitt systkinapar, ið vóru øvundsjúk inn á bróður teirra. Vit lesa um hetta í 4.Mósebók, kap.12.
Tað vóru Mirjam og Áron, ið vóru øvundsjúk inn á bróður teirra, Móses og sum søgdu, ”… »Man Harrin einans tala við Móses? Hevur hann ikki talað við okkum eisini?« …” Og Harrin hoyrdi tað. Men Móses var rættiliga tolin. Ja, Bíblian sigur, at hann var meir tolin enn allir menn heimsins.
Beinanvegin segði Harrin til hesi trý systkin, at tey skuldu fara út til opinberingstjaldið, sum tey eisini gjørdu. Tá kom Harrin niður í einum skýstólpa stillaði seg fyri munnan á tjaldinum, og Hann kallaði á Áron og Mirjam, og tey fóru bæði har út: ”Tá segði hann: »Hoyrið orð míni: Er einhvør profetur tykkara millum, tá birtist eg fyri honum í sjónum, ella eg tali við hann í dreymum. Øðrvísi er við tænara mínum Mósesi, hann er trúsagdur í øllum húsi mínum; við hann tali eg munni til muns, ikki í sjónum ella gátum, og hann skoðar mynd Harrans. Hví firnaðust tit tá ikki fyri at mæla orðum móti tænara mínum Mósesi?« ” 4.Mós.12,5-8
Tá læt Harrin vreiði sína raka tey og fór síðan veg sín. Men tá skýggið hvart aftur frá tjaldinum, tá var Mirjam vorðin hvít sum kavi, tí hon var vorðin spitalsk, og tá Áron hugdi at henni, tá sá hann, at hon var spitalsk.
Spitalskusjúka ella líktrá er ein ræðulig sjúka. Hon byrjar við einum lítlum bletti og spjaðir seg síðani longur út. Nøs, oyru, fingrar og tær eru fyrstar at verða raktar. Hesi verða síðan rakt av roti og detta seinni av. Í heimspartinum Afrika síggjast ofta menniskju uttan nøs, av tí at hon er dottin av vegna spitalskusjúku. Á okkara døgum hava vit heilivág móti hesi sjúku. Gjørligt er sostatt at fáa hjálp móti hesum, um tey spitalskusjúku komu undir køna læknahond í góðari tíð. Teir likamspartar, ið eru raktir av roti kann sjálvsagt onki gerast við, men tað ber til at steðga sjúkuni, um sjúklingurin kemur undir læknahond skjótt nokk.
Hesa ræðuligu sjúku hevði Mirjam fingið og Áron gjørdist ræðslusligin. Hann streyk til Móses og segði: ”… »Á, harri, lat okkum ikki gjalda tess, at vit bóru okkum býttisliga at og syndaðu! Lat hana tó ikki verða sum andleyst føtt barn, hvørs hold er hálvavegna rotnað, tá ið tað kemur úr móðurlívi!« ” v. 11-12
Og Móses ákallaði Harran og segði: ”… »Á, Guð, tú mást gera hana heila aftur!«” Men Harrin segði við Móses, at hon skuldi sita við síni skomm uttanfyri leguna í sjey dagar og so kundi hon koma inn aftur.
Tá vit gerast øvundsjúk, so verða eisini vit spitølsk – innaní. Tað sæst ikki á okkum. Í Galatarbrævinum kapittul 5 lesa vit: ”Men holdsins verk eru opinlýs, og tey eru: ólevnað, óreinskapur, ólíkligskapur, skurðgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, meinhugi, vreiði, illfýsni, tvídráttur, ósemja, øvund, drykkjuskapur, fyllskapur og annað tílíkt; og um hetta sigi eg tykkum frammanundan, líkasum eg áður havi sagt, at teir, sum slíkt gera, skulu ikki arva Guðs ríki. ” v.19-21
Latum okkum biðja Gud um hjálp, so vit heldur bera andans vøkstur, sum er: ”Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald. Móti slíkum er lógin ikki. ” v.22-23
E.Campbell