Oyggjafólk tustu til kirkjuna mitt á nátt
„Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð, “
Kol.4,2
Hebridirnar eru ein oyggjaflokkur í ein útnyrðing úr Skotlandi. Størsta oyggin verður nevnd, Lewis. Har fór ein stór veking fram í 1949-50. henda vekingin byrjaði við bøn. Sjey menn komu saman har fyri at biðja. Teir høvdu eitt ynski, ein dreym. Teir høvdu lagt til merkis, hvussu materialisman og leysalevnaður merkti lívið á oyggjunum. Hesir sjey menn og tvær eldri kvinnur gjørdu ein sáttmála med Gud, at tey ikki góvust við hesum, fyrr enn Hann legði uppí. Tey trúðu eisini, at tey sjálvi skuldu halda orð og gera teirra lut. Tey gjørdust amboð Guds til veking á oyggjunum.
Ein av teim elstu í samkomuni bað einaferð: „Harri, tú mást gera tað, tí sjálvi kunnu vit ikki gera tað. Vit eru her frammanfyri andliti tínum sum tóm kør, ið mugu fyllast.“ Teirra álit var so stórt. Tey høvdu fulla vissu, meðan tey lógu frammanfyri andliti Guds mánað aftaná mánað, 3 kvøld um vikuna. Tey møttust í eini løðu kl.22 um kvøldið og tey vóru har í bøn og í áliti til Guds til kl.4-5 um morgunin. Ja, tey vistu, at vekingin var á veg, men tey vistu eisini, at tað hevði ein prís, ið skuldi rindast.
e.c.