Pálmaolja til særda sinnið
“Bragdið og kennið, at góður er Harrin!”
Sálm. 34,9
Trúboðarin Bodil Skjøtt greiðir soleiðis frá: “Nú ein dagin, tá ið eg spákaði í býnum, kom eg fram við einum húsum, har ein kona sat á trappusteininum. Høgri armur hennara var eitt stórt sár. Øll húðin varð álað av, tá ið ein grýta við kókandi vatni hvølvdist niður yvir hana úti á bóndagarðinum. Hon hevði smurt armin inn í pálmaolju, men annars var sárið heilt bert. Tað var skilligt, at armurin gjørdi tað, at allur kroppurin kendist eymur og svíðandi. Hon royndi at halda armin púra stillan og ansaði gjølla eftir, tá ið onkur kom framvið, at tey ikki dumsaðu inn í hana.
Soleiðis kenna vit øll til at hava eym støð í lívi okkara. Viðurskifti, sum við minstu rørslu, fær tað at kyla gjøgnum allan kroppin, og vit eru beinanvegin varug við tað, um onkur “dumsar” inn í okkara eymu støð.
Bíblian er full av “pálmaolju” til slík eym sinni og særd viðurskifti. Við frásøgnunum um Gud, bønum hennara og undirvísingini í at liva lívið við Gudi kann Bíblian av sonnum koma til okkara sum ein salva, sum linnar pínu og sviða ella tekur trýstið av einum svulli. At duga at lesa og hava atgongd til Guds goymslu er sanniliga eini forrættindi.”
Skriftorðið omanfyri ljóðaði: “Bragdið, t.v.s. smakkið og kennið, at góður er Harrin.” Hvussu kunnu vit smakka, at Harrin er góður? Við at taka til okkum ta sálarføðina, hann hevur givið okkum, sítt egna orð, Bíbliuna.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

