Páskirnar geva vón

Skrivað: Suffía Nón

Jesus segði við hana: »Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.« (Jóh 11,25)

Páskirnar snúgva seg ikki um flott páskaregg, ein góðan døgurða, pyntaðar páskaharur og høsnarungar ella nakrar frídagar. Sjálvt um páskirnar eisini fevna um hesi tingini, so eru tey ikki tann berandi orsøkin; so langt frá. Páskirnar snúgva seg um Jesu deyða og uppreisn.

Deyðin kann tykjast so miskunnarleysur, so harður og so endaligur. Tað var hetta, ið lærusveinarnir føldu, tá ið teir sóu teirra elskaða Jesus hanga á krossinum. Teir vóru í døpurhuga, deyðin hevði knúst teir.

Men um nú lærusveinarnir – hesa ræðuligu løtu tá ið Jesus hekk á krossinum – høvdu minst til eina merkisverda hending, høvdu teir uttan iva reagerað øðrvísi. Teir høvdu uttan iva skilt betri, hvat tað var, ið gekk fyri seg. Hendan hending, ið eg sipi til, var við grøvina hjá Lasarusi. Tá ið Jesus stóð við grøvina hjá Lasarusi, gjørdi hann nakað heilt óvæntað. Hann græt. (Sí Jóh 11,35). Hann græt, tí hann visti, at deyðin ikki var ein partur av Guds upprunaligu ætlan. Upprunaliga var ikki ætlanin hjá Gudi, at menniskjan skuldi gerast gomul, stríðast við sjúku og onnur brek og til endans doyggja. Men av tí at Adam og Eva longu í byrjani vóru Gudi ólýðin, kom syndin inn í heimin. Og við syndini kom deyðin. Og deyðin spreiddi seg til okkum øll. Jesus græt, tí at hetta knústi hansara hjarta.

Men tá ið Jesus stóð við grøv Lasarusar, gjørdi hann eina staðfesting við hesum vónríku orðum: »Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.« Deyðin er als ikki endin. Deyðin er bara ein portalur til ta æviga lívið, Jesu uppreisn prógvar hetta.

Vit hátíðarhalda páskirnar, tí Jesus doyði á krossinum fyri okkum, MEN hann reis aftur upp av grøv. Tað er uppreisnin, sum er so fantastiskt, tað er uppreisnin, sum vit mega fagna av fullum hjarta, tað er uppreisnin, ið gevur vón, tá ið deyðin kann sýnast so miskunnarleysur og endaligur.

Suffía Nón, Fuglafjørður