Pelle í skóginum

„Og Jesus talaði aftur til teirra og segði: »Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.« “
Jóh.8,12

 

 

Ludvig Karlsen, sum stovnaði Evangeliesenteret, greiðir frá:

Eg var ein túr yviri í Svøríki og vitjaði ein mann, sum kallast Erik Heldin. Hann rekur eitt arbeiði av sama slagi sum okkara. Hann segði mær hesa frásøgnina:

Tað var ein ungur drongur, sum kom her á Sentrið. Hann hevði verið alkoholikari og útiliggjari, men so bleiv hann frelstur. Tað er eingin, sum er so brennandi at vitna um Kristus, sum nýumvend menniskju. Hesin ungdómurin fór niðan í skógin, har ein vinmaður helt til uppi í einari moldholu. Hann kallaðist Pelle og hevði verið útiliggjari í 30 ár. Hann hevði ikki skift klæði í mánaðir, kanska ár. Hann luktaði rotin sum eitt livandi lík.

 

Tann ungi drongurin fór inn til Pelle, sum ikki mundi kent hann aftur, tí hann var so reinur og penur. „Ja, eg havi møtt Jesusi, og hann hevur gjørt alt nýtt. Nú mást tú eisini koma.“

 

„Nei, tað nyttar einki við mær. Eg eri gamal og oyðilagdur, havi ligið úti í 30 ár. Tað er øðrvísi við tær, tú ert ungur.“

„Ja, men kom við og royn kortini.“

 

So fóru teir við tokinum inn til Stockholm. Teir fingu klivan fyri seg sjálvar, tí øll ferðafólkini flýddu undan tí ringa deyminum.

 

Á Sentrinum tóku tey øll klæðini av honum úti á gongini, og so fór hann í bað og fekk nýggj klæði. Í fýra vikur mataðu tey hann við skeið, tí hann fall heilt saman, meðan alkoholið fór úr kroppinum. Eingin trúði, at hann fór at liva.

 

Men so ein dagin møtti eg einum manni, sum vaskaði úti á gongini. Hann var høgur, fattur og væl ílatin og rakaður.

 

„Hvør ert tú?“ spurdi eg.

 

„Pelle í skóginum,“ svaraði hann.

 

Hann greiddi mær tá frá, at tey ungu har á sentrinum bóðu fyri sær hvønn dag, og klokkan trý um náttina kom Pelle inn og vakti hann og segði: „Vit mugu biðja.“ – „Og nú eri eg førur fyri at biðja sjálvur,“ endaði hann.

 

Ja, vit hava ein Frelsara, ið segði: „Fylgið mær.“ Um vit eru lýðin við at gera eftir boðum hansara, ja so gongur tað uppeftir og heimeftir. Effie Campbell