Prógv
”Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. ”
Hebr.11,1
Tá ið tú lesur onkra vísindaliga grein um Gud og trúnna, eisini slíkar, sum “kristin” hava skrivað, tá sært tú ofta henda setningin:
“Vit vita jú, at trúgvin á Gud í veruleikanum ikki kann prógvast.”
Hvat meina tey?
Í 1. Kongabók bjóðar Elias teimum av, sum tilbóðu falskar gudar. Hann segði: “Møtið mær á Karmel! Tann Gud, sum svarar … hann er Gud! Og fólkið segði: “Tað er rætt!” Tí tað er sanniliga prógv – bæði fyri høvd og hjarta, tá ið Gud svarar!
TF-Bladet. E. Campbell