Putlispælið

”Lutur mín Harrin er, eg havi sett mær fyri at halda tíni orð.”
Sálmur 119,57

 

Vit vita øll, hvat eitt putlispæl er. Eitt slíkt spæl inniheldur nógvar smáar partar, ið verða settir saman til eina heild, sum tá tað er liðugt vísir eina mynd. Hvør brikkur hevur sítt serliga pláss og passar bert inn har. Brikkarnir líkjast nógv hvør øðrum, so vit mugu royna okkum fram fyri at síggja, hvar teir ymsu brikkarnir hoyra heima. Um ikki brikkarnir koma á rætta stað, so verður myndin bronglað.

 

Vit eru øll kallað sum arbeiðarar í víngarði Guds. Onkur fer avstað til fremmand og heiðin lond, meðan onnur arbeiða her heima. Onkur sáar Orðið á Skrift, onnur í talu og aftur onnur eru virkin í kórarbeiði, har tey syngja Jesu gleðiboðskap.

 

Men nógvar aðrar uppgávur eru í víngarði Guds. Vit mugu geva menniskjum kristnar bókmentir, tá møguleiki er til tess, eitt nú gjøgnum sjómannapakkar ella aðrar gávur. Vit kunnu taka lut í ymsum ungdómsarbeiði, eitt nú Sunnudagsskúlanum. Um ikki vit halda, vit duga nakað, so kunnu vit kortini eitt nú sita millum børnini, so tey kunnu sita still.

 

Nakað av tí størsta er bønartænastan. Gerst eitt biðjandi menniskjað og bið nógv. Nýt tíð at biðja fyri tínum medmenniskjum. Kanska fyri einum ella øðrum, sum eingin annar biður fyri. Tað er máttur og styrki í bønini, og um tú heldur út, so kemur tú at síggja úrslitini.

 

Øll eiga at hava tænastu(r) ella uppgávur í víngarðinum. Eins og putlibrikkarnir hava sítt pláss í spælinum, um myndin skal gerast fullfíggjað. Bið Harran vísa tær tann teigin, har tú skalt virka og arbeiða. So vil Hann eisini signa títt arbeiði, hvussu lítisvert og óásyniligt í okkara egnu eygum tað sær út til at vera.
Effie Campbell