Rokna við Jesusi í dagsins stákan og skundi (5:9)
”Men Harrin svaraði og segði við hana: »Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.« ”
Luk.10,41-42
Á eini gamlari týskari mynd sæst ein familja, sum situr rundan um døgurðaborðið. Aftan fyri ein tóman stól hómast Jesus, og undir myndini stendur skrivað: Til hin ósjónliga gestin!
Og Jesus vil sanniliga verða tann ósjónligi gesturin í heimum okkara og búgva hjá okkum við allari signing síni og náði!
Í dag skulu vit vitja heimið í Betániu – har Jesus ofta stakk inn á gólvið og var ein høgt mettur gestur. Her búgva trý vinfólk Jesusar, men tað tykist ikki, sum tey hava væntað vitjan í dag. Lázarus er ikki inni, og Marta hevði strævið við nógvari stákan.
Ja, soleiðis kann Jesus koma, tá ið vit minst vænta tað. Tí ræður um, at vit altíð – í hjørtum okkara – mugu vera til reiðar!
Máttu vit líkst Mariu. Hon gjørdist glað! Og alt fyri eitt settist hon við Jesu føtur at hoyra, hvat ið hann segði!
O, sat eg sum Maria sat, og gloymdi alt um kopp og fat
og lurtaði við frøi – tá hvarv øll sorg og møði!
Men Marta varð óð. Hvussu kundi Maria bera seg soleiðis at, tá ið hon visti, hvussu nógv tey høvdu um at vera í dag?
”Sig tó við hana, at hon skal taka hondina í við mær!” segði hon við Jesus. Tá er tað, at Jesus sigur tey álvarsomu orðini: ”…Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt…”
Ája, soleiðis kann gangast okkum! Í allari okkara stákan og skundi fáa vit so illa stundir til Jesus – til Bíbliuna – og at koma at lurta eftir Guds orði.
Men skulu vit tá ikki røkja arbeiði okkara og skyldur okkara, spyrt tú kanska. Jú, men tað, sum Jesus meinar við, er, at vit ”mugu taka okkum tíð” til tað týdningarmesta. Annars lumpar djevulin okkum – og vit fáa ongantíð tíð.
Máttu vit øll valt hin góða lutin! Hann skal ikki verða tikin frá okkum, sigur Jesus. Nei, tí hann vil sjálvur varðveita okkum. Vilhelm Munch.
E.Campbell týddi