Roknskapardagurin

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Legg fram roknskapin fyri húshald títt, tí at tú kanst ikki standa fyri húshaldinum longur!”  (Luk 16,2)

Hetta sigur húsbóndin í líknilsinum hjá Jesusi við óerliga húshaldaran. Tað er undarligt at hugsa, at mong menniskju ferðast um við tí trúgv, at tað ongantíð verður nakar roknskapardagur. Ella tey hugsa sær, at um hann verður, so hava tey í øllum førum ikki ringa samvitsku. Braneggjaða nútíðarmenniskjað kann hugsa sær ein dómadag, har tað skal vera tað sjálvt, ið skal vegleiða Gud, tí at hann hevur handfarið meg so órættvíst.

Hvat er til ráða at taka, vit sum vita, at alt, sum okkum varð litið til, skal eg leggja fram roknskap um; tey evni og tann mátt, mær var í holdi borin, menniskju, eg kom í fylgi við, og vinfólk á míni spennandi og vandamiklu lívsleið?

Eitt er púra vist: eg eri ikki førur at veita svar. Eg havi nýtt tað, harri mín hevur latið mær upp í hendi sum tað var mítt egna. Á Garði (Regensen) spardu vit eitt árið saman pening til eitt gildi. Ein hugnaligur og skemtiligur felagi var biðin vera kassameistari. Tá tíðin nærkaðist og gildið skuldi vera, viðgekk hesin sami, at hann hevði sjálvur nýtt allan peningin. Hesin kundi eftir henda dag ongan hyggja í eyguni, og fyri okkum gjørdist hesin ber luft. Eg síggi hann fyri mær. Nú eri eg hann.

Roknskapardagurin nærkast í hvørjum. Við tí, ið mær býr í hjarta í dag, kundi eg fari hiðani í nátt at staðið fyri mínum dómara.

Men – so kemur tað undurfulla: dómari mín er Jesus. Tað er jú hann, sum á krossinum strikaði skuldarbrævið, sum var mær ímót. Hann hevur goldið eisini hallið á roknskapinum:

Ei meir tú óttast tín dómadag,
minst til, at Harrin fór í tín stað
til dóms og hevur vunnið;
tú stunda heldur mót morgni tí,
tá Harrin dagar í rósuský,
og myrkurs vald er runnið.
(SB 220,2)