Rúm fyri Jesusi
“Men tú, Betlehem Efrata, eina minst av Júda túsundum, frá tær skal tó koma hann,
sum høvdingi skal vera yvir Ísrael; frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum; ”
Mika 5,1
Jólahugleiðingar eftir Aril Edvardsen
Jørðin hevur havt vitjan. Ikki frá einari aðrari gongustjørnu, men úr
sjálvum himli. Gud gjørdist menniskja. Gud varð opinberaður í mannalíki
og kom at luta kor okkara og at loysa okkum frá okkara tungu byrðum.
Hetta er jólanna boðskapur.
Rúm fyri Gudi í hjørtum okkara
Soleiðis sum vit ofta ikki hava rúm fyri Gudi í hjarta okkara og í okkara
skundmikla lívi, soleiðis var støðan, tá ið sonur Guds varð føddur í
Betlehem fyrstu jólanátt. Bíblian sigur:
„… ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum. “ Luk.2,7
Í dag kemur hann til okkara í okkara nýmótans tíð og vil búgva í
hjarta okkara við kærleika sínum, frelsu og syndafyrigeving. Hann biður
um rúm og sigur: „Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir
rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða
saman við honum, og hann við mær. “ Opb. 3,20.
Men menniskjan er vissuliga ikki broytt nakað serligt síðani fyrstu
jólanátt. Jesus hevur enn trupulleikar at fáa rúm í lívi okkara av somu
orsøkum sum hjá fólkunum í Betlehem ta ferðina.
Fyrstu jólini sum jólini í ár?
1. Familjuveitsla. Fyrstu jólini í Betlehem vóru ein familju- og
ættarveitsla. Av tí at Augustus keisari hevði givið boð um, at øll skuldu
lata seg skriva í manntal í síni fedranna bygd, fyltist Betlehem við
ættarfólki og vinum, sum komu á vitjan, øll, sum vóru av ætt Dávids.
Har gjørdist gleði at síggja tey øll aftur, og har vórðu familjuveitslur
runt um í húsunum. Men tey gloymdu Jesus. Tey høvdu einki rúm fyri
honum. Jólini í ár eru eisini ein familjuveitsla.
2. Handilstíð. Av tí at býurin fyltist við ferðafólki, varð handlað og
keypt meir enn nakrantíð hesa fyrstu jólatíð. Men mitt í øllum strevinum
við keypi og sølu, skiltu fólk ikki tað, sum hevði størstan týdning: Ein
frelsari var føddur. Jólini í ár eru eisini ein slík handilstíð.
3. Úr at gera. Fyrstu jólini í Betlehem gjørdust ein tíð, har fólk høvdu
úr at gera. Av tí at tað komu so nógvir gestir, mátti gerast reint og
pyntast, fyri ikki at tala um alla bakingina og matgerðina.
Men mitt í allari stákanini, druknaðu tíðindini um Jesu føðing. Jólini í
ár hava eisini eina slíka fyrireikingartíð, har fólk hava úr at gera.
4. Skriftlestur uttan gerning. Tey fyrstu jólini lósu teir skriftlærdu
tær Heilagu Skriftirnar; men teir gjørdu ikki eftir tí, sum teir lósu. Tað var
bara teori og seremoni fyri teir.
Tá ið vísmenninir komu til Jerusalems og spurdu, hvar Messias var
føddur, kundu teir skriftlærdu straks lesa upp úr Skriftunum og siga:
Messias verður borin í heim í Betlehem, tí, hoyrið, hvat ið Mika profetur
sigur! So lósu teir upp úr teimum Heilagu Skriftunum, men gjørdu annars
einki burtur úr tí.
Tað vóru bara vísmenninir, sum gjørdu nakað. Teir fóru til gongu til
Betlehems, leitaðu eftir Jesusi og fullu niður og tilbóðu hann. Soleiðis,
sum tey lósu úr Skriftunum tá, soleiðis fara vit at hoyra, hvussu tað
verður lisið upp úr Bíblinuni eisini í ár. Skal tað bara verða teori og
seremoniir fyri okkum?
Guds børn
Bøn mín er, at jólini í ár gerast øðrvísi fyri flestum okkara, enn fyrstu
jólini vóru fyri fólkið í Betlehem.
Tá ið vit geva Jesusi rúm í lívi okkara, leiðir hann okkum øll inn í
harmoni við Gud og okkum sjálv og ger okkum til Guds børn.
„Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við honum, og heimurin
kendi hann ikki. Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti
honum. Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt
til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara, “ Jóh. 1,10-12.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

