Sáað í máttloysi ella í mátt
”Harrin er rættvísur á øllum vegum sínum og miskunnsamur í øllum verkum sínum. ”
Sálm.145,17
Ein maður í frelsunarherinum segði mær hesa frásøgn: Ein maður, sum var frelsusoldátur, virkaði í einum korpsi í Eysturlondum. Hvørt mikukvøld fóru tey út at halda gøtumøti. Tey sungu, hornorkestrið spældi, og har var talað og vitnað; men eingin kom nakrantíð at lurta.
So sigur hornblásarin: „Nú tími eg ikki longur við hesum gøtumøtum. Tíð og orka eru burturspilt, tí her kemur eingin.“ Fleiri av hinum hildu við honum. Sunnukvøldið kom ein fremmandamaður á møti í salinum. Tað var ein eldri maður, og hann setti seg aftast. Tá ið fríur vitnisburður var, fór hesin maður á føtur og segði:
„Tá ið tit høvdu útimøti mikukvøldið, læt eg vindeygað upp, og eg hoyrdi alt, tí vit búgva beint við. Eg bleiv so rørdur av sanginum „Søguna sig mær um Jesus“. Eg havi verið kristin fyrr og kenni evangeliið, og tá hevði hasin sangurin stóran týdning fyri meg. Men eg gleið longur og longur burtur frá Jesusi, og at enda gekk eg úti í verðini. Kona mín er ógvuliga sjúk og seingjarliggjandi. Eg fór upp á loft og segði henni, sum var, at nú hevði eg vent um til Jesus.
„Ja, eg havi eisini ligið her og hoyrt sangin og taluna,“ segði hon. So koyrdi hon dýnuna til viks og steig fram á gólv, og vit fullu bæði tvey á knæ og fóru at biðja. Vit góvu Harranum lív okkara, og nú vilja vit liva fyri hann restina av lívi okkara,“ endaði maðurin.
So miss ikki móti, kæri vinur, sáðið, sum verður sáað í trúfesti, fer á heystardegi at bera ávøkst og frukt.
Effie Campbell.