Samfelagið
”Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.”
1.Jóh.1,7
Um tey fyrstu kristnu verður sagt, at tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar. Tað var nemliga hent nakað týdningarmikið við teimum, tá ið tey komu til trúgv á Jesus og vóru doypt til hansara. Tey vóru nú við í likami Krists, tey høvdu fingið felagsskap við hvønn annan. Hesin nýggi felagsskapur var ikki bert nakað, tey merktu í hjørtum sínum. Nei, hetta var sjónligt og opinlýst fyri øllum. Tað sást í tí, at tey nú hildu saman og gjørdu nakað í felagsskapi, sum tey ikki høvdu gjørt áður. Tey komu saman í Jesu navni at hoyra Orðið um hann, tey hildu kvøldmáltíð Harrans i felagi, og tey bóðu og sungu lovsangir til Guds og Krists æru.
Ikki bert tá á døgum høvdu tey kristnu henda sjónliga felagsskap hvør við annan. Soleiðis er eisini í dag. Guds fólk fer altíð at vera felags um tað, sum er lívsneyðugt fyri okkum: Guds Orð, dópin, kvøldmáltíðina, bønina og lovsongin.
Tað er sum í eini familju í einum heimi. Tey hava øll eina sterka kenslu av, at tey hoyra saman. Men teirra felagsskapur fer eisini altíð at koma til sjóndar á tann hátt, at tey halda saman og hava mong ting í felagi. Tey búgva saman, tey eta saman, tey tosa saman, tey gleðast saman og hjálpa hvør øðrum gjøgnum trupulleikar. Á líknandi hátt er tað við tí heiminum, sum Guds meinigheit er fyri øll kristin. Vit eru í hjørtum okkara bundin saman, og tað sæst í tí, at vit ikki kunnu vera felagsskapin við hvør annan fyri uttan. Vit koma saman í Jesu navni.
Sostatt er skeivt at halda, at til ber at vera ein kristin uttan at vilja hava nakað við onnur kristin at gera. Tí sigur Jóhannes: ”Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. ”
Tí mugu vit eisini gera sum tey fyrstu kristnu: halda fast saman um samfelagið, sum Jesus hevur givið okkum hvør við annan. Tað er av avgerandi týdningi fyri trúgv okkara at koma saman við Guds fólki í kirkjuliðinum.
Sjálvandi eru summi tarnað í at kunna koma, tí at sjúka ger tað ómøguligt; men í slíkum føri er tað vælsignað, at bæði útvarp og sjónvarp ger tað møguligt eisini hjá teimum at fáa lut í felagsskapinum.
Gud signi fólk okkara og veki í okkum øllum hungurin eftir at koma saman um Guds orð.
Føgur var fjøldin, ið forðum fann
frelsu í fedranna kirkju,
nú kemur framtíðin okkum ann,
kristnaður ungdómur einans kann
vera vár vón og várt virki.
Frelsarin kallar sítt fólk á fund,
skrýtt á hans herstevnudegi,
kallar tað fram, eins og morgunstund
døggina kallar úr fjallagrund,
viligt og vápnað og fegið.