Samleiki – identitetur
”Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt! ”
2.Kor.5,17
Í verðini máta tey samleikan eftir t.d.: Hvussu vøkur ert tú? Hevur tú nakrar væleydnaðar sendingar í sjónvarpinum? Hvussu nógvar fylgjarar hevur tú á facebook? Hevur tú framgongd í lívinum og kanst vísa á góð úrslit?
Allar verðsins samleikar vara stutt – og teir geva eina falska trygd.
Okkara samleiki í Kristusi kann lýsast upp á fleiri mátar. Her er ein teirra: „Teimum, sum taka ímóti Jesusi, teimum, sum trúgva á navn hansara, teimum gevur hann rætt til at kalla seg Guds børn.“ Jóh. 1,12 N.S. Eg kann ikki koma í tankar um nakað, sum er ein størri og tryggari samleiki enn at vera eitt Guds barn.
Her er eitt annað skriftstað: 2. Kor. 5,17: „Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!“
Eg kann ikki koma í tankar um nakran sterkari samleika enn at vera ein nýggjur skapningur í Kristusi.
Okkara samleiki kann ikki broytast ella minka í virði og versna. Tí hann er í Kristusi – og hann er tað hægsta, sum fæst. Hann er ein gáva frá Gudi.
Effie Campbell umsetti.