Sanniliga Jesus kemur
”Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar og leyvið fer at spretta, tá vita tit, at summarið er í nánd. Soleiðis skulu tit eisini vita, at tá ið tit síggja alt hetta, tá er hann í nánd, fyri durunum. ”
Matt.24,32-33
Hevur tú nakrantíð upplivað ein vetur, ið tóktist nærum ongan enda at fáa? Tað kendist næstan sum at várið ongantíð kom.
Kanska er tað júst tí, Jesus valdi at nýta júst myndina í Matt.24,32 til at tryggja okkum um, at hann veruliga fer at koma.
Tíðliga í mars, meðan vit ganga runt í tjúkkum vetrajakkum knappaðum langt upp til hálsin og meðan vit enn ganga á kava og ísi, ja tá varnast vit brádliga eitt træ við útrættum ljósagrønum knubbum og vit kenna okkum longu eitt sindur heitari, tí at hesir knubbar boða okkum, at várið nú er fyri framman.
Jesus kennir hesa kenslu. Hann leingist sjálvur eftir várinum, og hann lovar okkum eins ósvitaliga sikkurt sum at várið kemur eftir vetur, at hann kemur aftur at heinta okkum.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

