Sannleikans Andi

”Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum. ”
Jóh.16,13

Eg kann ikki trúgva! Sigur tú. Og rætt hevur tú! Eingin kann lyfta seg sjálvan upp eftir hárinum, eingin kann lyfta seg sjálvan inn í trúarinnar heim. Tað lærdu vit eisini í Luthers katekismus: ”Eg trúgvi, at eg ikki av egnum viti og mátti kann trúgva á Jesus Kristus…”

Men latið okkum eina løtu hyggja at eini mynd.
Eitt skip var einaferð statt í tjúkkum mjørka úti fyri grønlendsku vesturstrondini. Mjørkin minti mest um rullandi gráa ull. Hetta vardi í langa tíð. Men so ein dagin kom róp í á dekkinum: Kom upp, so skalt tú síggja eina sjón, sum tú aldri hevur sæð maka til!

Nú lætti í. Og tað, tú sást, líktist mest einum sólgeislaregna, einum yvirljósi úr einum øðrum heimi. Sjógvurin hevði ein djúpbláan skyggjandi lit, og sum ein dreymasjón lýsti landið, hetta høga fjallið glampaði sum ein tempulstindur, og innlandsjøkulin breiddi seg út sum ein ómetalig tempultekja.

Tann, sum hevur greitt frá hesum, heldur fram og sigur: Eg kundi bara verið verandi niðriundir og tendrað mær eitt kunstigt ljós har í kahúttini og sagt: Onki trúgvi eg, at teir síggja nakað land … men tað at koma upp og síggja gjørdist sum ein sonn opinbering.

– Eg kann ikki trúgva! Sigur tú. Og svar mítt er: Ein dag skalt tú sjálvur standa tí livandi Gudi til svars fyri hesi orðini!

Í Luthers katekismus lærdu vit jú eitt framhald: ”Men Heilagi Andin hevur kallað meg …”

Guds Heilagi Andin kann spjaða tann mjørkan, sum vit ikki sjálvi duga at finna burturúr. Tann mjørkan, sum vit okkara og sorgir og mistrivnaður kunnu gera bæði tjúkkan og tættan. Guds Heilagi Andi kann draga eitt slør frá inn til ein størri heim – tað er júst hetta, sum á kirkjunnar máli verður kallað opinbering.

Hvussu ger Heilagi Andin hetta? T.d. Gjøgnum Bíbliuna, gjøgnum prædikuna, gjøgnum eina løtu við Harrans borð.

Einaferð kemur so roknskapardagurin. Blivu vit bara verandi í kahúttini, ella fóru vit upp á dekkið?

Tá síðsti stormur er riðin av,
á ljósum strondum eg lendi,
tá skal eg skoða, hvat Harrin gav
til tey, sum aftur ei vendu;
ei nakar hugi, tað skilja kundi,
ei nakað eyga, tað síggja mundi,
hvat har hann hevur teimum goymt.