Sannur lærusveinur er frælsur

“Jesus segði tá við teir Jødar, sum tikið høvdu við trúgv á hann: »Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir,”
Jóh.8,31

 

Orðið frælsi merkir upprunaliga “fríur hálsur” tvs hálsur við ongum trælaringi.

Áður í tíðini gingu trælir við ringi um hálsin, meðan tann fríi maðurin ongan ring hevði um sín háls.

Í slupp-tíðini í Føroyum hendi tað ofta hjá fiskimonnum, at svintubandið gnagaði merki í øksl og bak á troyggjuni.

Hetta merkið varð skemtandi nevnt trælamerkið.

Soleiðis seta arbeiði og tey sosialu viðurskiftini síni eyðkenni á fólk.

Men eisini okkara lívsuppfatan, okkara uppaling og okkara levnað setir síni merki á okkum: tann gudleysa og tann, ið óttast Gud, tann siðleysa og tann góðsiðaða, drykkjumannin og avhaldsmannin, lygnaran og tann sannføra, tann illviljaða og tann góðviljaða, tann, ið útspillir og tann, ið umber – øll fáa vit okkara eyðkenni av tí, vit eru.

So er spurningurin, um vit eru fræls, har vit standa, ella um vit eru trælir. Eru vit tað, vit eru, av fríum vilja, ella eru vit tað tvungin?

Menniskju verða lætt bundin av vanum, girndum og lastum. Tá eru tey trælir.

Harrin segði við Káin: “Tá ið tú gert tað, ið gott er, kanst tú treystliga hyggja upp; men tá ið tú ikki gert tað, ið gott er, tá liggur syndin fyri durunum og tráar eftir tær; men tú eigur at vinna á henni!«”1.Mós.4,7. Tá ið so misgerðin rennur upp fyri Káini, tá sigur hann: “»Misgerð mín er mær ov tung at bera!”

Káin var vorðin trælur av síni øvund móti bróður sínum og í neyð síni flýggjar hann langt burtur frá Gudi og vil ikki koma á tal við hann um fyrigeving.

Tá ið tað rann upp fyri ápostlinum Pæturi, har hann sat í forgarðinum, at hann hevði avnoktað og svikið sín Harra og Frelsara og hevði misnýtt sítt frælsi sum hansara lærusveinur, tá iðrar Pætur seg og fellur í grát. Hetta førdi til, at Pætur fekk fyrigeving og gjørdist alt betri og betri lærusveinur í Kristi tænastu. Pætur varð verandi í orðinum.

Hetta er ofta vegurin til sannleikan, sum er Kristus: gjøgnum mistøk og føll. Men hjá Kristi lærir ein lívsins sannleika, og hesin sannleikin fríar frá trældómi og gevur umvending, vísdóm, treysti og gleði, sum trældómurin í synd ikki kennir. Um hetta vitnar sálmaskaldið, tá ið tað sigur: “Miklan frið eiga teir, ið lóg tína elska, og eingin er meinbogin teimum fyri.”. Sl.119,165