Send mær eina Bíbliu
”Mikil er drottin vár og stórur í veldi, einki er mark fyri vísdómi hans. ”
Sálmur 147,5
Ein kinesiskur lækni skrivaði til Asian Outreach og bað um eina Bíbliu. Asian Outreach er eitt virksemi, sum arbeiðir í Hongkong, og haðani skrivar David Wang:
Tá ið vit komu til Kina, leitaðu vit henda mannin upp. Hann var yvirlækni á einum sjúkrahúsi og limur í kommunistaflokkinum. Tá ið vit komu inn á skrivstovu hansara, skrivaði hann beinanvegin sín privata bústað niður á ein pappírslepa.
”Ikki nú, ikki nú, men komið heim til mín í kvøld,” segði hann.
Um kvøldið komu vit til bústað hansara. Eftir kinesiskum mátistokki var hetta eitt ógvuliga fínt heim. Hann hevði konu og tvey børn – og var altso gudloysingur og yvirlækni. Og hann vildi hava eina Bíbliu?!
Læknin greiddi frá: ”Eg havi ongantíð sæð Gud. Eg havi ongantíð verið í einari kirkju ella sæð eina Bíbliu. Men nú trúgvi eg. Fyri nøkrum mánaðum síðani var ein kona send higar. Hon hevði verið fyri einari vanlukku heima á bóndagarðinum. Ein stórur steinur var dottin niður og hevði knasað bringu hennara. Mær nýttist bara at kveita at henni, fyri at síggja, at her fingu vit onki gjørt. Rivjabeinini stungu bæði úteftir og inneftir. Hon bløddi illa og spýði blóð. Hóast alla útgerð okkara var einki, sum vit kundu gera. Kortini tók eg hana inn á røntguna at fáa myndir við í sjúkrajournalina. Tá sá eg, at nøkur rivjabein enntá stungu ígjøgnum annað lungað. Eg gav henni heilivág fyri pínu og legði hana í eina song. Tá hoyrdi eg hana siga okkurt. Mong ymisk ljóð hevði eg hoyrt frá doyggjandi menniskjum; men hetta var nakað heilt annað. Meðan hon lá har við ongum viti, teskaði hon: ”Jesus, bjarga mær! Jesus, bjarga mær!”
Eg fór til hús og át døgurða og hugsaði ikki meira um konuna. Men morgunin eftir, tá ið eg kom á sjúkrahúsið, gekk eg fram við songini hjá konuni. Har sá eg hana sita uppi undir sær við einari stórari skál við rísi og eta við góðum matarlysti! Eg gjørdust púra skelkaður.
”Hvat er tað, tú gert?” rópti eg. Hon gjørdist bangin og rætti mær rísið – meðan hon greiddi mær frá, at ein sjúkrahjálpari hevði givið henni matin – men um hon ikki slapp at eta hann, kundi eg bara taka hann!
Eg kannaði fyrst navn hennara. Tað var rætt. Eg hugdi eftir nummarinum. Tað var rætt. Eg kannaði eftir, hvaðani hon kom, og hvar hon arbeiddi. Tað var sama konan!
Skelkaður dró eg hana inn í røntguna og tók nýggjar myndir. Tá sást, at hvørt einasta bein í bringuni á henni var fullkomiliga lekt. Og lunguni vóru púra heil.
”Eg havi ongantíð sæð Gud, ongantíð verið í kirkju, ongantíð sæð eina Bíbliu; men nú trúgvi eg. Nú havi eg sæð Guds almakt. Hann livir og er mektigur!”
”Under i øst”. E.Campbell umsetti