Sí, træið er fult av hvítum turriklæðum
”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. ”
Jóh.3,16
Dr.M.R. De Haan grundaði Radio Bible Class, Michigan, USA. Gjøgnum útvarpssendingar sínar bar hann í mong ár evangeliið út til tíggju túsundir.
Einaferð, tá ið hann talaði um Guds kærleika og langmóð til glataðar syndarar, segði hann hesa sonnu frásøgn úr grannastatinum, Wisconsin. Vit endurgeva hana soleiðis, sum vit minnast hana sagda:
Ein góð kristin familja, sum búði í einari bygd mitt í Wisconsin, upplivdi nakað av tí tyngsta, sum kann raka ein.
Tá ið yngsti sonur teirra kom upp í ungdómsárini, kvetti hann við alt tað, sum foreldrini høvdu roynt at lært hann og uppalt hann til. Hann kvetti við meinigheitina, har familjan gekk. Hann segði farvæl til teir kristnu vinirnar, hann hevði havt.
Fleiri royndir vórðu gjørdar at fáa hann inn á ta røttu leiðina aftur; men hann fór longri og longri burt. Hann byrjaði við rúsevnum, og hetta førdi so til brotsgerðir. Hóast hann hevði kvett við familjuna, kom hann kortini ofta heim og hótti foreldrini. Tey góvu honum altíð eitt sindur av peningi og okkurt, honum tørvaði. Men fram um alt vístu tey honum ein ótrúligan kærleika og tol. Men at enda noyddust tey at siga honum, at tey ikki høvdu ráð at geva honum alt, hann kravdi.
Einaferð, tá ið hann var einsamallur í húsinum hjá foreldrunum, stjól hann eitt listasavn, sum mamma hansara hevði arvað. Tað var fleiri tíggju túsund dollarar vert. Hann tók tað við sær til Chicago og seldi tað har.
Árini gingu! Drongurin sakk djúpari og djúpari niður í armóð og vesaldóm. Pengarnir frá listasavninum vóru langt síðani brúktir. Hann sum aðrir rúsevnismisnýtarar livdi av at gera okkurt hissini arbeiði av og á og at fremja brotsgerðir. Enn var hann ikki tikin fyri nakað serligt og var tí enn leysur. Men tað var eitt ússaligt lív, hann livdi.
Út á heystið, tá ið tað var farið at kólna í Chicago, fór dreinginum at leingjast heim. Hugsa tær til, um hann kundi sloppið heim og kundi byrjað eitt nýtt og betri lív. Men hann hevði ikki latið frætta frá sær í fleiri ár. Tí hugsaði hann: ”Tað man einki nytta hjá mær at koma heim aftur eftir alt tað skeiva, eg havi gjørt. Men so fekk hann eitt hugskot.
Hann skrivaði eitt bræv til foreldrini, har hann so inniliga angraði tað skeiva, hann hevði gjørt. Hann segði, at hann fegin vildi byrja eitt nýtt lív. Men hann roknaði ikki við, at foreldrini vildu taka ímóti honum, soleiðis sum hann hevði borið seg at ímóti teimum. Eg fari við tokinum úr Chicago komandi leygardag. Um eg sleppi heim til tykkara, so mugu tit hanga eitt hvítt turriklæðið upp í súreplatræið, sum stendur niðri við jarnbreytarlinjuna. Um eg ikki síggi nakað hvítt turriklæði, so fari eg bara víðari, men eg veit ikki hvagar.”
leygardagurin kom, og hann fór inn í tokið. Í tí vogninum sat ein annar ferðamaður, og teir komu í prát. Drongurin segði frá lívi sínum, og at hann nú var á heimveg – kanska fóru foreldrini at taka ímóti honum. ”Hugsa tær til, um foreldur tíni ikki hava fingið brævið frá tær ella eru burturstødd,” segði ferðamaðurin. Drongurin sá væl, at har vóru fleiri ting, sum kundu miseydnast. Tí varð hann meir og meir fjálturstungin, sum tey nærkaðust heiminum. Hann spurdi ferðamannin, um hann kundi hyggja út eftir einum hvítum turriklæði í súreplatrænum, sum fór at koma til sjóndar hvørja løtu. Sjálvur sat hann og fjaldi høvdið í hondunum og tordi ikki at hyggja út. Tá ið teir komu fram við heiminum hjá dronginum, rópti ferðamaðurin: ”Hygg, tað er ikki bara eitt hvítt turriklæði í súreplatrænum. Nei, súreplatræið er fult av hvítum turriklæðum!!!”
”Himmelveien” E.Campbell umsetti