Signingin í forboðnum
"Tí at hetta er kærleikin til Guds, at vit halda boð hansara; og boð hansara eru ikki tung" (1 Jóh 5,3).
Vit liva í eini tíð, sum ger uppreistur móti Guds boðum. Fólk hava fingið eyguni latin upp fyri tí, og Paulus er tann fyrsti í heiminum, ið hevur ávíst (í (Róm 7,7): “Men tá ið syndin tók tilevni av boðorðinum, elvdi hon alskyns girnd fram í mær; tí at uttan lóg, er syndin deyð.” Umframt hetta hevur Gud givið okkum síni boð, og har hesi boð ikki verða hildin, fer fólkið til grundar.
Ein ung genta var farin á háskúla. Hon hevði neyvan verið longur á skúlanum enn eina lítla viku, so ringdi hon heim til síni foreldur um at koma á skúlan at heinta seg. Hon hevði ongan hug at vera har longur. Hon kom heim og segði foreldrunum: “Tit kunnu senda meg á háskúla, men tað skal vera á ein skúla, har okkurt ikki skal vera loyvt!”
Tað er so vælsignað, at vit liva í einum heimi, á hesi jørð, har nakað er forboðið. Tískil fór Gud at tala við sítt fyrsta ognarfólk við Sinai. Men løgið er at eygleiða, at øll fólk á jørð, uttan undantak, hava Guds boð skrivað í hjørtum sínum, serstakliga týðiliga fjórða til og við tíggjunda boð.
Eru vit komin til trúgv á hann, ið hevur elskað okkum so, at hann gav okkum einborna son sín fyri okkara skyld, so at vit eru vorðin vitni um Guds boð, ikki sum ein frelsuveg, men sum ein av Guds vælgerðum ímóti okkum. Tí bara har hesi boð verða fylgd, eru fólk eydnusæl og glað. Hetta unnir Gud okkum eisini her á jørðini.
Gud sonur, Jesus Krist, Guds lamb,
sum himmiríki oss gevur,
tú syndasekt vára tók og skamm,
so sálin nú lívsvón hevur;
tað rann fyri okkum títt dýra blóð,
tú deyðan leið, men upp tú stóð,
tú eina ert okkum sælan.
(SB 16,3)