Sigur tú nei?
”Hoyrið, elskaðu brøður mínir! Hevur Guð ikki valt út hinar fátæku fyri heiminum at verða ríkar í trúgv og arvingar til tað ríkið, sum hann hevur lovað teimum, sum hann elska? ”
Ják.2,5
Ein oddamaður fyri eitt brotsmannalið í USA varð handtikin nakað síðan. Hann var so mikið hoyritarnaður, at hann mátti nýta hoyritól. Hvørja ferð, hann varð koyrdur inn í rættarbygningin, tá hansara mál var til viðgerðar, tá dempaði hann tólið, so at hann ikki hoyrdi tað, ið sagt varð.
Ongin skilti, at hann kundi vera so ónervaður av øllum, og at onki tyktist at nerva hann av tí, ið sagt varð. So upprann tann síðsti dagurin í hansara málsviðgerð. Tað var dagurin, tá dómurin skuldi fella í málinum. Tá hann nærkaðist rættarbygninginum skrúaði hann niður fyri ljóðinum, so hann onki hoyrdi. So varð dómurin sagdur. Maðurin varð dømdur til avrætting í elektriska stólinum, men hann hoyrdi onki av tí, ið varð sagt, so hann varð heilt óávirkaður av umstøðunum.
Tá dagurin upprann, tá hann skuldi avrættast, komu vaktarmenninir eftir honum. hann var heilt róligur. Hann visti heldur ikki, hvagar tey vóru á veg. Men tá tey komu vegin fram, og hann varnaðist elektriska stólin, gjørdist hann frá sær sjálvum. Hann rópti og skríggjaði sum ein vitleysur, tí at nú gekk tað upp fyri hann, hvussu tápuligur, hann hevði verið, tí hann ikki vildi lurta og tí skrúaði niður fyri hoyritólinum hvørja ferð.
Gud kallar á okkum á nógvar mátar, og Hann nýtir hvørt høvið til tað, tí Hann elskar okkum við einum ævigum kærleika. Gud kann kalla á teg gjøgnum ein annan persón, ein sálm, eina traktat, kristnar bókmentir ella annað. Um tú í hjartanum kennir eina flógva dragandi megi, og at tú hevur eitt ynski um at gerast góður og reinur, so er tað Gud, ið kallar. Um tú, meðan tú stuttleikar tær saman við øðrum, kennir, at alt tykist tómt og virðisleyst og at tú verður ovfarin av einum longsli eftir at verða settur í frælsi frá syndini, ið bert darvar og bindur, ja, so er tað Gud, ið kallar.
Allur longsul eftir tí góða kemur frá Gudi. Hann vil fegin í samband við okkum. Men ofta gera vit á sama hátt, sum maðurin, nevndur í erva. Vit vísa tað frá okkum og hava ongan hug at lurta eftir, so at Hann eitt nú verður noyddur til at senda mótgongd, sjúku og sorg gjøgnum deyðan hjá onkrum av okkara kæru og annað.
Vend tær tí ikki burtur frá honum og verð ikki treiskur. Hann ynskir tær bert tað allarbesta. Hann ynskir at fylla lív títt sum ein kristin. Og skjótt kemur hann aftur fyri at taka síni við sær heim, tey sum eru arvingar til ríki hansara.(Ják.2,5)
Effie Campbell ums.
Edvard Poulsen

