Skriftin gongur út
“Tá ið Ísrael var ungur, fekk eg tokka til hansara, frá Egyptalandi kallaði eg son mín” (Hós 11,1).
Eitt av mongum profetium, sum hava ein dupultan týdning. Sum bæði siga nakað um samtíðina og um framtíðina.
Orðini hjá Hósea profeti sipa í fyrstu atløgu til útferðina hjá ísraelsfólki úr Egyptalandi. Henda fríanin frá trældóminum undir Fárao stendur í øllum Gamla testamenti sum tann stóra bjargingin. Í Nýggja testamenti verður hon nýtt sum fyrimynd uppá ta enn størri bjargingina, tá Guds sonur fríaði fólk sítt – tað eru øll, ið vilja trúgva honum – frá syndini og ævigari glatan.
Í ljósinum frá Nýggja testamenti snýr profetiið hjá Hósea seg eisini um Jesus. Tí longu sum pinkubarn fekk hann at kenna, hvat tað er at vera flóttafólk, tá hann saman við foreldrum sínum mátti rýma á miðjari nátt undan Heródes kongi, sum vildi drepa hann.
“… og hann (Jósef við familju síni) varð har til deyða Heródesar, at tað skuldi ganga út, ið talað er av Harranum við profetinum, ið sigur: “Úr Egyptalandi kallaði eg son mín” (Matt 2,15).
Soleiðis hjálpir Nýggja testamenti okkum at skilja Gamla testamenti og at skilja tann djúpa samanhangin. Tey greiðu orðini hjálpa okkum at skilja tey, ið tykjast okkum torskild. Tí bæði Gamla og Nýggja testamenti snúgva seg í grundini um Jesus Kristus og frelsuna í honum. Tað gamla peikar fram á tað, sum kemur; tað nýggja peikar aftur á tað, sum er komið.
(Andaktirnar í desember eru skrivaðar við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)